Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Prædikarin
Kapittul 11
12345678910 1112
1 Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur!
2 Být í sjey partar tað, sum tú hevur, ja, í átta, tí tú veitst ikki, hvør vanlukka ið henda kann á jørðini!
3 Táið skýggini eru vorðin full av vatni, hella tey regn yvir jørðina, og táið træið fellur - suðureftir ella norðureftir - verður tað liggjandi, har sum tað fellur.
4 Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldri at sáa, og tann, ið altíð hyggur at skýggjunum, kemur aldri at heysta.
5 Líka lítið sum tú kennir leið vindsins, ella hvussu beinini verða til í lívi hennara, sum er við barn, líka lítið veitst tú, hvat Gud fer at gera, Hann, sum virkar tað alt samalt.
6 Sáa sáð títt um morgunin, og lat ikki hondina hvíla, táið líður móti kvøldi! Tí tú veitst ikki, hvat ið fer at lukkast, hetta ella hitt, ella um báðir partar verða góðir.
7 Og ljósið er søtt, og gott er fyri eyguni at fáa sólina at síggja.
8 Tí um so menniskjað livir mong ár, skal tað gleða seg tey øll og minnast dagar myrkursins; tí teir verða nógvir; alt tað, ið kemur, er fáfongd.
9 Gleð teg, unglingi, í ungdómi tínum, og lat hjarta títt vera í góðum lagi á vári lívsins! Far, hagar sum hjarta títt lystir, og njót tað, ið eygu tíni síggja! - Men tað skalt tú vita, at fyri alt hetta skal Gud draga teg til dóms.
10 Lat gremju víkja frá hjarta tínum, og halt plágu burtur frá likami tínum! - Tí ungdómur og morgunroði eru fáfongd.