1 | Framvegis sá eg øll yvirgangsverkini, ið gjørd verða undir sólini; eg sá hini kúgaðu gráta, og eingin troystaði tey; eg sá yvirgangskropparnar nýta vald móti teimum, og eingin troystaði tey. |
|
2 | Tá prísaði eg tey deyðu lukkulig, tey, ið longu vóru burtursloppin, meir enn tey livandi, tey, ið enn eru á lívi; |
|
3 | men lukkuligan meir enn báðar partar prísaði eg tann, ið ikki hevur verið til enn, sum ikki hevur sæð hitt illa, ið gjørt verður undir sólini. |
|
4 | Og eg sá, at alt strev og allur dugnaskapur í arbeiði er einki annað, enn at ein øvundar annan. - Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. |
|
5 | Dárin leggur hendurnar í fangið og etur upp seg sjálvan. |
|
6 | Ja, betri er ein nevi av friði enn báðar hendur fullar av strevi og av eftirsókn eftir vindi! |
|
7 | Og eg sá meiri enn av fáfongd undir sólini: |
|
8 | Mangur er, sum stendur einsligur og ongan annan hevur hjá sær, hvørki son ella bróður; og kortini er eingin endi á øllum strevi hansara; og eygu hansara mettast ikki av ríkidømi. - Og fyri hvønn pøsi eg meg og nokti mær sjálvum alt gott? - Eisini hetta er fáfongd, og troyttandi strev er tað. |
|
9 | Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt; |
|
10 | og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur! |
|
11 | Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur! |
|
12 | Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta. |
|
13 | Betri er at vera fátækur, men vísur unglingi, enn gamal kongur, men dári, sum ikki hevur so frægt skil eftir, at hann tekur við ráðum. |
|
14 | Tí úr fangahúsinum kom slíkur unglingi út til kongavald, og hin verður fátækur, tóat hann er føddur í ríki sínum. |
|
15 | Eg sá, hvussu øll, ið livdu og rørdust undir sólini, fylgdu eftir unglinganum, honum, sum koma skuldi í staðin fyri hin. |
|
16 | Eingin endi var á øllum fólkinum, øllum, ið hann var oddamaður hjá. - Men heldur ikki um hann gleðast hinar komandi ættir; tí eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. |
|
17 | Varða fót tín, táið tú fert í hús Guds! At koma hagar at hoyra er betri, enn táið dárarnir bera fram offur, tí teir vita ikki, at tað er ilt, teir gera. |
|
|