Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Prædikarin
Kapittul 1
123456789101112
1 Orð prædikarans, sonar Dávids, kongs í Jerúsalem.
2 Fáfongd fáfongda, sigur prædikarin, fáfongd fáfongda - alt er fáfongd!
3 Hvønn vinning hevur menniskjað av øllum strevi sínum, sum hann pøsir seg við undir sólini!
4 Eitt ættarliðið fer, og annað kemur, men jørðin stendur í allar ævir.
5 Sólin kemur upp, og sólin fer niður, og hon skundar sær aftur til staðið, har hon kemur upp.
6 Vindurin lækkar niður í sunnan og fer upp í norðan; hann skiftir og skiftir, sum hann fer fram, og tekur so aftur at mala.
7 Allar áir renna í sjógvin, men sjógvurin verður aldri fullur; hagar áirnar renna, hagar renna tær altíð aftur.
8 Alt pøsir seg út, eingin kann siga frá tí; eygað verður ikki mett av at síggja, og oyrað verður ikki fult av at hoyra.
9 Tað, ið verið hevur, er tað, ið verða skal, og tað, ið hent hevur, er tað, ið henda skal, og einki nýtt er undir sólini.
10 Kemur okkurt, sum sagt verður um: "Hygg, hetta er nú nýtt!" - tað hevur kortini langt síðani verið til í tíðunum undan okkum.
11 Eingin er, sum minnist tey, ið áður hava livað, og líka lítið skulu tey, sum eftir okkum koma, liva í minni teirra, sum koma uppaftur seinni.
12 Eg, prædikarin, var kongur yvir Ísrael í Jerúsalem.
13 Eg vendi hjarta mínum at rannsaka og við vísdómi granska út alt tað, sum undir himli hendir; tað er troyttandi strev, ið Gud hevur givið menniskjabørnunum at pøsa seg við.
14 Eg sá alt tað, ið undir sólini hendir - og so var tað alt samalt fáfongd og eftirsókn eftir vindi!
15 Tað, ið bogið er, kann ikki beinast, og hálvt kann ikki verða heilt.
16 Eg hugsaði við mær sjálvum: "Ja, eg havi nú vunnið mær størri og ríkari vísdóm enn allir teir, ið undan mær hava rátt yvir Jerúsalem, og hjarta mítt hevur skoðað vísdóm og kunnskap í ríkum máli!"
17 Men táið eg nú vendi hjarta mínum at skilja vísdóm og kenna dárskap og fávitsku, skilti eg, at eisini hetta var eftirsókn eftir vindi.
18 Tí har sum nógvur vísdómur er, er eisini nógv gremja, og tann, ið økir kunnskap sín, økir kvøl sína.