|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Prædikarin | | Kapittul 9 | | | | 1 | Ja, alt hetta havi eg lagt mær á hjarta, og eg havi roynt at grunda alt hetta út: At hini rættvísu og hini vísu og verk teirra eru í hond Guds; hvørki um kærleika ella hatur kann menniskjað vita nakað frammanundan; tey kunnu vænta sær alt. |
| 2 | Alt kann henda øll; hinum rættvísa gongst sum hinum gudleysa, hinum góða og reina sum hinum óreina, tí, ið ofrar, sum tí, ið ikki ofrar; hin góði verður roknaður líka við syndaran, hann, ið svør, líka við hann, ið óttast fyri at svørja. |
| 3 | Tað er tað ringa við øllum, ið undir sólini hendir, at øllum gongst líka; tí er eisini hjarta menniskjanna fult av tí, sum ónt er, og dárskapur er í hjarta teirra, so leingi sum tey liva, og síðani mugu tey avstað niður til hini deyðu. |
| 4 | Tí hvør man hann vera, ið sleppur undan! - Fyri øllum, sum liva, er vón; tí livandi hundur er betri enn deyð leyva. |
| 5 | Tí víst vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja, men hini deyðu vita einki; tey hava onga løn meir at vænta sær, tí minnið um tey verður strikað út. |
| 6 | Bæði kærleika teirra og hatri teirra og øvund teirra er langt síðani úti við, og tey hava í allar ævir ongan part aftur í øllum, sum undir sólini hendir. |
| 7 | Far tí og et breyð títt við gleði og drekk vín títt við glaðum hjarta! Tí Gud hevur langt síðani góðkent tað, ið tú gert! |
| 8 | Lat klæði tíni altíð vera hvít, og lat ikki høvdi tínum fattast olju! |
| 9 | Njót lívið við kvinnuni, ið tú elskar, allar dagar fáfongda lívs tíns, sum tær verða givnir undir sólini - allar fáfongdu dagar tínar! Tí tað er lutur tín í lívinum og tað, ið tú fært fyri strev títt, sum tú møðir teg við undir sólini. |
| 10 | Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað! Tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum, har sum tú fert. |
| 11 | Framvegis sá eg undir sólini, at tað er ikki vist, at hinir kviku vinna í kapprenningini, ella kapparnir í bardaganum, ei heldur, at hinir vísu kunnu fáa breyð, ella at hinir vitigu kunnu vinna ríkidømi, ella hinir klóku verða væl umhildnir; tí tíðin, og hvussu alt vil til, tað bindur teir allar. |
| 12 | Tí menniskjað veit líka lítið tíð sína sum fiskarnir, ið koma fastir í vanlukkugarnið, ella fuglarnir, ið koma fastir í snerruna; sum teir, so koma eisini menniskjabørnini føst á óndari tíð, táið hon knappliga fellur á tey. |
| 13 | Hetta havi eg eisini sæð vera vísdóm undir sólini, og stórur tykti hann mær: |
| 14 | Lítil býur var, og fáir menn í honum; tá kom stórur kongur móti honum, kringsetti hann og bygdi mikil hervirki móti honum; |
| 15 | men í býnum var fátækur maður, sum vísur var, og hann bjargaði býnum við vísdómi sínum; men ikki eitt menniskja mintist henda fátæka mann. |
| 16 | Tá segði eg: "Vísdómur er betri enn styrki; men vísdómur hins fátæka er vanvirdur, og orðum hansara verður ikki lurtað eftir!" |
| 17 | Orð vísmanna, sum lurtað verður eftir í friði, eru betri enn róp høvdingans millum dárar. |
| 18 | Vísdómur er betri enn vápn; men um tað so bert er ein syndari, kann hann spilla nógv gott. |
| |
|
|
|
|
|
|