|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Prædikarin | | Kapittul 8 | | | | 1 | Hvør er sum hin vísi, og hvør dugir at týða lutirnar? Vísdómurin fær andlit menniskjans at lýsa, og hitt harða í andliti hansara verður umskift. |
| 2 | Eg sigi: Gev boði kongsins gætur, ja, ger tað, við tað at tú hevur svorið eið um Gud! |
| 3 | Ver ikki ov skjótur at fara burtur frá honum, og kom tær ikki upp í nakað, sum ilt er! Hann kann jú gera alt, ið hann vil. |
| 4 | Tí orð kongsins hevur vald, og hvør torir at siga við hann: "Hvat gert tú!" |
| 5 | Tann, ið heldur boðið, skal ongum illum vita av, og hjarta hins vísa skal fáa at kenna tíð og dóm. |
| 6 | Tí hvør fyritøka hevur tíð sína og dóm sín; tí óndskapur mansins hvílir tungur á honum; |
| 7 | hann veit jú ikki, hvat ið fer at henda; hvør kann siga honum, hvussu fer at ganga! |
| 8 | Einki menniskja hevur vald á vindinum, so hann kann halda honum aftur, og líka lítið er nakar harri yvir deyðadeginum; bardaganum kann eingin sleppa sær undan, og gudloysi bjargar ikki honum, ið fremur tað. |
| 9 | Hetta havi eg alt sæð, og eg havi givið mær far um alt tað, sum hendir undir sólini, á eini tíð táið eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku. |
| 10 | Líkaleiðis sá eg, at gudleys komu í grøv og gingu inn til hvílu; men tey, sum rætt høvdu gjørt, noyddust at fara burtur frá bústaði hins Heilaga og vórðu gloymd í staðnum. Eisini hetta er fáfongd. |
| 11 | Av tí at hin ónda gerð fær ikki dómin oman yvir seg við tað sama, fær hjarta menniskjabarnanna dirvi at gera tað, ið ilt er |
| 12 | - við tað at syndarin hundrað ferðir kann gera ónt og livir tó leingi. - Men eg veit kortini, at teimum skal gangast væl, sum óttast Gud, aftur fyri at tey óttast ásjón Hansara, |
| 13 | men at ikki skal gangast hinum gudleysa væl, og at hann sum skuggin skal ikki liva leingi, við tað at hann óttast ikki Gud. |
| 14 | Fáfongd er, sum á jørðini hendir: At rættvís eru, ið verða fyri tí, sum gudleys hava uppiborið, og at gudleys eru, ið verða fyri tí, sum rættvís hava uppiborið. Eg sigi: Hetta við er fáfongd. |
| 15 | Eg prísaði tí gleðini; tí menniskjað hevur einki annað gott undir sólini enn at eta og drekka og verða glaður; og hetta fylgir honum í strevi hansara lívsdagarnar, ið Gud hevur givið honum undir sólini. |
| 16 | Táið eg vendi hjarta mínum at læra vísdóm at kenna og at hyggja at stríðinum, ið tey gera sær á jørðini - tí hvørki dag ella nátt fáa tey blund í eyguni - |
| 17 | tá dugdi eg at síggja, at so er við øllum verki Guds, at menniskjað er ikki ment at fata tað, ið undir sólini hendir; tí hvussu nógv menniskjað so pøsir seg við at granska tað út, er hann ikki mentur at fata tað kortini, og um so hin vísi hugsar, at víst skal hann skilja tað, er hann ikki mentur at fata tað kortini. |
| |
|
|
|
|
|
|