|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Prædikarin | | Kapittul 3 | | | | 1 | Alt hevur stund sína, og hvør fyritøka undir himli hevur tíð sína. |
| 2 | At verða føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína; at planta hevur tíð sína, og at ríva upp tað, ið plantað er, hevur tíð sína; |
| 3 | at drepa hevur tíð sína, og at grøða hevur tíð sína; at ríva niður hevur tíð sína, og at byggja upp hevur tíð sína; |
| 4 | at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína; |
| 5 | at kasta burtur steinar hevur tíð sína, og at sanka steinar hevur tíð sína; at taka í favn hevur tíð sína, og at halda seg frá favntaki hevur tíð sína; |
| 6 | at leita hevur tíð sína, og at missa hevur tíð sína; at goyma hevur tíð sína, og at kasta burtur hevur tíð sína; |
| 7 | at skræða sundur hevur tíð sína, og at seyma saman hevur tíð sína; at tiga hevur tíð sína, og at tala hevur tíð sína; |
| 8 | at elska hevur tíð sína, og at hata hevur tíð sína; ófriður hevur tíð sína, og friður hevur tíð sína. |
| 9 | Hvønn vinning hevur tann, sum ger okkurt, av møðini, ið hann hevur av tí! |
| 10 | Eg sá strevið, ið Gud hevur givið menniskjabørnunum at pøsa seg við. |
| 11 | Alt hevur Hann gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað. |
| 12 | Eg dugdi at síggja, at einki er teimum betri enn at gleða seg og hava tað gott, so leingi sum tey liva. |
| 13 | Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum - eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi. |
| 14 | Eg dugdi at síggja, at alt, ið Gud ger, verður í allar ævir; einki kann leggjast aftrat tí, og einki kann takast burtur av tí; og so hevur Gud gjørt tað, fyri at vit skulu óttast Hann. |
| 15 | Tað, ið er, var longu fyrr, og tað, ið verður, hevur eisini verið fyrr; Gud leitar upp tað, ið farið er. |
| 16 | Framvegis sá eg undir sólini, at á dómstólinum, har sat gudloysið, og har sum rættvísi skuldi rátt, har ráddi gudloysi. |
| 17 | Tá segði eg í hjarta mínum: "Bæði hin rættvísa og hin gudleysa skal Gud døma; tí hjá Honum er hvørji fyritøku og øllum, sum gjørt verður, ásett tíð." |
| 18 | Eg segði í hjarta mínum: "Tað er fyri menniskjanna skuld, fyri at Gud kann royna tey, og fyri at tey kunnu síggja, at í sær sjálvum eru tey einki annað enn dýr; |
| 19 | tí menniskjabørnunum gongst, sum dýrunum gongst, ja, teimum gongst líka; sum dýrini doyggja, so doyggja tey, og ein og sama anda hava tey øll; menniskjað hevur einki fram um dýrini, tí alt er fáfongd. |
| 20 | Øll fara tey á sama stað; øll vórðu tey til av mold, og øll fara tey aftur í moldina. |
| 21 | Hvør veit, um andi menniskjans stígur uppeftir, og um andi dýranna fer niður undir jørðina!" |
| 22 | Eg dugdi tá at síggja, at einki er menniskjanum betri enn at gleðast í arbeiði sínum; tí tað er luturin, ið hann fær; tí hvør letur hann fáa at síggja tað, ið koma skal eftir hann! |
| |
|
|
|
|
|
|