Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Prædikarin
Kapittul 2
1 23456789101112
1 Eg segði við hjarta mítt: "Kom, eg skal royna teg við gleði, njót tað, ið gott er!" - Men so var eisini tað fáfongd.
2 Við láturin segði eg: "Tú ert vitleysur!" og við gleðina: "Hvat nyttar tú!"
3 Eg kom at hugsa um, at eg skuldi lívga likam mítt við víni, meðan hjarta mítt samstundis leiddi meg við vísdómi, og halda meg til dárskapin, inntil eg fekk at síggja, hvat best var menniskjabørnunum at gera undir himli, tað dagatal tey liva.
4 Eg avrikaði stórverk: Eg bygdi mær hús; eg plantaði mær víngarðar;
5 eg gjørdi mær urtagarðar og lundir og plantaði alskyns frukttrø í tey;
6 eg gjørdi mær tjarnir fyri úr teimum at vatna viðaskógin, ið upp vaks;
7 eg keypti trælir og trælkvinnur, og eg hevði trælir, ið føddir vóru heima hjá mær; eg fekk mær eisini nógv fæ, bæði stórt og smátt, meir enn allir, ið fyri mær høvdu verið í Jerúsalem;
8 eg savnaði mær eisini silvur og gull og dýrabarar skattir, sum komu frá fremmandum kongum og londum; eg fekk mær sangarar og sangarinnur - og tað, sum er lystur manna: Konur, og tað nógvar.
9 Eg varð størri og mektigari enn allir, ið fyri mær høvdu verið í Jerúsalem; eisini vísdómur mín varð verandi hjá mær.
10 Alt tað, ið eygu míni lysti, læt eg tey fáa, onga gleði noktaði eg hjarta mínum; tí hjarta mítt hevði gleði av øllum strevi mínum, og í hesum lá lønin fyri alt strev mítt.
11 Men táið eg so fór at hyggja at øllum, sum hendur mínar høvdu virkað, og at strevinum, ið tað hevði kostað mær, sá eg, at alt var fáfongd og eftirsókn eftir vindi; nei, undir sólini er einki, sum roknast kann fyri vinning!
12 Nú fór eg at hyggja at vísdómi og dárskapi og fávitsku; tí hvat fer tað menniskja at gera, sum kemur eftir kongin? Tað sama, sum longu er gjørt frammanundan.
13 Eg sá tá, at vísdómurin stendur hægri enn dárskapurin, á sama hátt sum ljósið stendur hægri enn myrkrið;
14 hin vísi hevur eygu í høvdinum, men dárin gongur í myrkri. - Men eg dugdi eisini at síggja, at øðrum gongst sum øðrum.
15 Tá segði eg í hjarta mínum: "Sum dáranum gongst, fer at gangast mær við; hvat batar mær tá, at eg havi verið so ovurhonds vísur!" - Og eg segði í hjarta mínum: "Eisini hetta er fáfongd!
16 Tí líka lítið er minnið um hin vísa ævigt, sum minnið um dáran; á komandi døgum verður jú alt langt síðani gloymt, og má ikki hin vísi doyggja líka væl sum dárin!"
17 Tá varð eg leiddur av lívinum; tí ónt tyktist mær alt, sum undir sólini hendir; alt er jú fáfongd og eftirsókn eftir vindi.
18 Og mær leiddist við alt stríðið, ið eg hevði pøst meg við undir sólini, við tað at eg noyðist at lata tað eftir til tann, ið aftan á meg kemur.
19 Og hvør veit, um hann verður vísur ella dári! Og kortini skal hann ráða yvir øllum, sum eg havi vunnið við strevi mínum og vísdómi mínum undir sólini! - Eisini hetta er fáfongd.
20 Tá var eg um at gerast vónleysur í hjarta mínum um alt strevið, ið eg hevði pøst meg við undir sólini.
21 Tí har hevur nú onkur gjørt arbeiði sítt við vísdómi, kunnskapi og dugnaskapi, og so noyðist hann kortini at lata tað frá sær til annan at eiga, sum einki stríð hevur havt av tí! Eisini hetta er fáfongd og stór vanlukka.
22 Tí hvat fær menniskjað fyri alt strev sítt og tráan hjarta síns, sum hann pøsir seg við undir sólini!
23 Allir dagar hansara eru jú fullir av plágu, og allur ómakur hansara er ber gremja; um tað so er um náttina, finnur hjarta hansara ikki hvílu. - Eisini hetta er fáfongd.
24 Tað er jú ikki lukka, sum stendur til menniskjað sjálvt, at tað kann eta og drekka og gera sær góðar dagar í øllum strevi sínum. Eg dugdi at síggja, at eisini hetta kemur frá hond Guds, Hansara, sum hevur sagt:
25 "Hvør kann eta, og hvør kann njóta nakað, uttan Eg vil!"
26 Tí tað menniskja, sum gott er í eygum Hansara, tí gevur Hann vísdóm, kunnskap og gleði; men syndaranum gevur Hann - tann ómak at sanka og savna, so at ein, sum góður er í eygum Guds, kann fáa tað! - Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.