Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Prædikarin
Kapittul 5
1234 56789101112
1 Ver ikki skjótur við munninum, og lat ikki hjarta títt vera ov kvikt at bera fram orð fyri ásjón Guds! Gud er jú í Himli, og tú ert á jørðini; lat tí orð tíni vera fá!
2 Tí av miklum strevi koma dreymar, og av orðanøgd kemur dáratala.
3 Lovar tú Gudi okkurt, so drála ikki at uppfylla tað. Tí Honum líkar ikki dárar; halt tað, ið tú lovar!
4 Betri er, at tú einki lovar, enn at tú lovar og heldur tað ikki.
5 Lat ikki munn tín draga skyld oman yvir likam títt, og sig ikki við sendiboð Guds: "Eg leyp framav!" - Manst tú vilja, at Gud skal verða vreiður um tað, ið tú sigur, og bróta niður handaverk títt!
6 Tí har sum nógvir dreymar eru, er eisini nógv fáfongd, og somuleiðis har sum mong orð eru. - Nei, óttast Gud!
7 Sært tú hin fátæka verða kúgaðan, og rætt og rættvísi verða undirtraðkað í landinum, so undrast tú ikki á tað! Tí ein hægri aktar eftir hinum høga, og ein enn hægri aktar eftir teimum báðum!
8 Og ið hvussu er: Tað er landi til frama, at kongur er, sum fólkið aktar.
9 Tann, ið elskar pening, verður ikki mettur av peningi, og tann, ið elskar ríkdóm, fær aldri nóg mikið; eisini hetta er tómt.
10 Tess meiri góðs, tess fleiri at gera enda á tí! Og hvat gagn hevur tá ánarin av tí annað enn tað, at hann sleppur at síggja tað!
11 Søtur er svøvnur arbeiðsmansins, um hann nú etur lítið ella nógv; men yvirflóð hins ríka ger, at hann fær ikki sovið.
12 Syndarligan stand havi eg sæð undir sólini: Ríkdóm, ið ánarin hevur spart saman, sær sjálvum til vanlukku!
13 Missir hann so av óhappi henda ríkdóm, fær sonur hansara - um hann eigur ein - einki av honum.
14 Sum hann kom úr móðurlívi, so skal hann fara burtur aftur, líka nakin sum hann kom, og fyri strev sítt fær hann einki, sum hann kann hava við sær.
15 Eisini hetta er syndarligur standur: Júst so sum hann kom, fer hann burtur aftur; hvønn vinning hevur hann nú av, at hann pøsir seg so - fyri vind!
16 Og aftrat hesum etur hann allar dagar sínar breyð sítt í myrkrinum, og nógva sorg hevur hann at dragast við - og so sjúkdóm sín og vreiði sína.
17 Nei, tað, ið eg haldi vera gott og vakurt, er at eta og drekka og njóta hitt góða aftur fyri alt strevið, ið ein pøsir seg við undir sólini, allar lívsdagarnar ið Gud gevur honum; tí hetta er lutur hansara.
18 Og táið Gud gevur onkrum ríkidømi og góðs og haraftrat unnir honum at kunna njóta gott av tí og taka lut sín og gleða seg í strevi sínum, tá er hetta gáva Guds.
19 Tí tá hugsar hann ikki mikið um lívsdagar sínar, við tað at Gud letur hann hava nóg mikið at gera við gleði hjarta síns.