Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dániel
Kapittul 10
123456789 101112
1 Triðja árið ið Kýrus persarakongur sat við stýrið, kom í opinbering orð til Dániel, sum hevði fingið navnið Beltsazar; hetta orð er satt og boðar stóra trongd. Og hann gav orðinum gætur og aktaði eftir sjónini.
2 Eg, Dániel, hevði tá gingið og syrgt tríggjar vikur;
3 leskiligan mat át eg ongan, kjøt og vín kom mær ikki í munn, og ei heldur salvaði eg meg, fyrrenn hesar tríggjar vikur vóru at enda.
4 Men tann fjórða og tjúgunda í fyrsta mánaði, sum eg stóð við hina stóru á Hiddekel, á áarbakkanum,
5 var mær hyggjandi upp, og eg fekk at síggja mann, ið stóð har; hann var í línklæðum, og um lendar hansara var bundið belti av gulli úr Ufaz;
6 likam hansara var sum krýsolit, andlit hansara skygdi sum snarljósið, eygu hansara vóru sum eldslogar, armar og bein hansara vóru sum blankt kopar at síggja, og ljóðið av talu hansara var sum óførur duni.
7 Eg, Dániel, var hin einasti, ið sjónina sá; menninir, ið við mær vóru, sóu hana ikki, men stór ræðsla fall á teir, og teir rýmdu og fjaldu seg,
8 so at eg var einsamallur eftir. Og táið eg sá hesa veldigu sjón, misti eg allan mátt, andlit mítt skifti lit og varð líkbleikt, og eingin megi var eftir í mær.
9 So hoyrdi eg ljóðið av talu hansara; og táið eg hoyrdi ljóðið av talu hansara, fall eg sansaleysur fram eftir rommum við andlitinum móti jørðini.
10 Tá føldi eg hond, ið nam við meg; hon hjálpti mær upp, so eg skelvandi lá á knøum og hondum.
11 Og hann segði við meg: "Dániel, tú stórliga elskaði maður! Akta eftir orðunum, ið eg fari at tala við teg, og reis teg upp, tí nú eri eg sendur til tín!" Táið hann segði hetta við meg, reistist eg skelvandi.
12 So segði hann við meg: "Óttast ikki, Dániel! Frá fyrsta degi tú gavst hjarta títt til at leita eftir at skilja og til at eyðmýkja teg fyri ásjón Guds tíns, eru orð tíni hoyrd, og orð tíni hava gjørt, at eg eri komin.
13 Men høvdingi Persararíkisins stóð mær ímóti ein og tjúgu dagar; men tá kom Mikael, ein hin fremsti høvdingin, mær til hjálpar, so eg varð við yvirlutan har hjá persarakongum.
14 Og nú eri eg komin at lata teg vita, hvussu fer at gangast fólki tínum á síðstu døgum - tí hetta er uppaftur sjón, ið peikar á teir dagar."
15 Táið hann segði hetta við meg, boygdi eg andlitið móti jørðini og fekk einki sagt.
16 Men nú nam ein, ið líktist menniskja, við varrar mínar, og eg læt upp munnin og segði so við hann, ið framman fyri meg stóð: "Harri! Henda sjón, ið eg havi sæð, hevur volt, at svárar kvalir eru komnar á meg, so eingin máttur er eftir í mær.
17 Hvussu skal tá tænari harra míns - ein slíkur sum eg - kunna tosa við ein slíkan, sum harri mín er! Í mær er eftir hetta eingin megi, og eingin andi er eftir í mær."
18 Men uppaftur nam ein, ið líktist menniskja, við meg og styrkti meg, og hann segði: "Óttast ikki, tú stórliga elskaði maður! Friður veri við tær! Ver tú bert hugreystur!" Og sum hann segði hetta við meg, styrknaði eg og segði: "Tala, harri! Tí tú hevur styrkt meg."
19 Tá segði hann: "Veitst tú nú, hví eg eri komin til tín? Nú noyðist eg at fara aftur at berjast við høvdingan yvir Persia, og táið eg fari út, kemur høvdingi Grikkalands.
20 Men fyrst skal eg kunngera tær, hvat skrivað er í sannleiksbók. Og ikki so mikið sum ein hjálpir mær móti teimum uttan Mikael, høvdingi tykkara.