Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dániel
Kapittul 5
1234 56789101112
1 Belsazar kongur helt stóra veitslu fyri túsund stórmonnum sínum, og fyri eygum teirra túsund drakk hann vín.
2 Táið Belsazar nú var farin at kenna til av víninum, segði hann, at teir skuldu fara eftir gull- og silvuríløtunum, sum Nebukadnezar, faðir hansara, hevði tikið úr templinum í Jerúsalem, so at kongurin og stórmenn hansara, konur og hjákonur hansara, kundu drekka úr teimum.
3 Teir fóru nú eftir gullíløtunum, ið tikin vóru úr templinum, úr húsi Guds í Jerúsalem, og kongurin og stórmenn hansara, konur og hjákonur hansara, drukku úr teimum.
4 Tey drukku vín og prísaðu gudunum av gulli, silvuri, kopari, jarni, træi og steini.
5 Tá sóust í somu stund fingrar av menniskjahond, sum skrivaðu á kálkið á vegginum í kongshøllini, beint yvir av ljósastakanum, og kongurin sá hondina, ið skrivaði.
6 Tá skifti kongurin lit, og hugsanir hansara ræddu hann; hann varð linur í mjadnaliðunum, og knø hansara skulvu.
7 Kongurin rópti hart, at teir skuldu fara eftir andamanarunum, Kaldearunum og stjørnutýðarunum. Hann tók so til orða og segði við vísmenninar í Bábel: "Tann maður, ið lesur hesa skrift og týðir mær hana, skal verða latin í purpur og fáa gullketu um hálsin, og hann skal verða triðihægstur í ríkinum!"
8 Men táið allir vísmenn kongsins vóru komnir hagar, vóru teir ikki førir fyri at lesa skriftina og týða konginum hana.
9 Tá fall ógvulig ræðsla á Belsazar kong, og hann skifti lit; eisini stórmenn hansara stóðu ræðsluslignir.
10 Av rópum kongsins og stórmanna hansara kom drotningin inn í veitslusalin. Hon tók til orða og segði: "Kongurin livi í allar ævir! Lat ikki hugsanir tínar ræða teg, og skift ikki lit!
11 Maður er í ríki tínum, sum Andi hinna heiløgu Guda er í; á døgum faðirs tíns sást, at hann átti ljós og klókskap og vísdóm sum gudavísdóm, og Nebukadnezar kongur, faðir tín, gjørdi hann til fyristøðumann spámannanna, andamanaranna, Kaldearanna og stjørnutýðaranna. Hetta gjørdi faðir tín, kongurin,
12 av tí at hjá honum fanst høgur andi, kunnskapur og vit og evni til at týða dreymar, loysa gátur og greiða fløktar spurningar - hjá hesum Dániel, sum kongurin gav navnið Beltsazar. Send tí boð eftir Dániel! Hann týðir tær tað."
13 Dániel varð nú leiddur inn fyri kongin. Kongurin tók til orða og segði við Dániel: "Ert tú Dániel, ein av hinum judeisku fangunum, ið kongur, faðir mín, flutti higar úr Juda?
14 Eg havi hoyrt um teg, at Gudaandi er í tær, og at hjá tær eru funnin ljós, vit og høgur vísdómur.
15 Nú eru vísmenninir og andamanararnir leiddir inn fyri meg at lesa hesa skrift og týða mær hana; men teir eru onga týðing av henni førir fyri at kunngera mær.
16 Men eg havi hoyrt um teg, at tú dugir at geva týðingar og greiða fløktar spurningar; kanst tú nú lesa mær hesa skrift og týða mær hana, skalt tú verða latin í purpur og fáa gullketu um hálsin og verða triðihægstur í ríkinum."
17 Tá svaraði Dániel, har hann stóð fyri konginum: "Gávur tínar kanst tú hava sjálvur, og tað, ið tú ætlar at lata, kanst tú geva onkrum øðrum! Men skriftina skal eg lesa fyri konginum og týða honum hana.
18 Kongurin! Hin hægsti Gud gav Nebukadnezar, faðir tínum, ríkið, valdið, heiðurin og dýrdina.
19 Valdið, ið Hann hevði givið honum, fekk allar tjóðir og ættir og øll tungumál at biva og óttast fyri honum; hann drap, hvønn hann vildi, og læt liva, hvønn hann vildi, setti høgt, hvønn hann vildi, og setti lágt, hvønn hann vildi.
20 Men táið hjarta hansara varð hugmóðigt, og andi hansara varð stoltur og hástórur, varð hann stoyttur niður úr kongahásæti sínum, og heiður hansara varð frá honum tikin.
21 Hann varð rikin burtur frá menniskjabørnunum, og hjarta hansara varð sum dýrshjarta; hjá villeslunum var bústaður hansara, urtir mátti hann eta sum neytini, og av døgg himmalsins varð kroppur hansara vátur - inntil hann sannaði, at hin hægsti Gud valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni og setur, hvønn Hann vil, at stýra.
22 Men tú, Belsazar, sonur hansara, hevur ikki eyðmýkt hjarta títt, tóat tú vitsti alt hetta;
23 tú hevur sett teg upp móti Harra Himmalsins; tú hevur latið teir fara eftir íløtunum, ið tikin eru úr húsi Hansara, og tú og stórmenn tínir, konur og hjákonur tínar, hava drukkið vín úr teimum; gudunum av silvuri, gulli, kopari, jarni, træi og steini, sum hvørki síggja ella hoyra, og sum einki vit hava, teimum hevur tú prísað, men tann Gud, sum hevur lívsanda tín í hondini, og sum ræður yvir øllum leiðum tínum, hevur tú ikki ært!
24 Tí varð nú henda hond send frá Honum, og henda skrift skrivað.
25 Og so ljóðar skriftin, ið her stendur: Mené, mené, tekél, ufarsin.
26 Orðini skulu týðast so: Mené: Talt hevur Gud dagar ríkis tíns og gjørt enda á tí.
27 Tekél: Vigaður ert tú á vektini og funnin ov lættur.
28 Perés: Skift er ríki títt og givið Medarum og Persarum."
29 Tá beyð Belsazar, at Dániel skuldi verða latin í purpur, at gullketa skuldi verða hongd um háls hansara, og at kunngerast skuldi, at hann skuldi verða triðihægstur í ríkinum.
30 Somu nátt varð Belsazar kaldearakongur dripin.