Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dániel
Kapittul 3
12 3456789101112
1 Nebukadnezar kongur læt gera mynd av gulli, 60 alin høga og 6 alin breiða, og hann læt reisa hana í Duradali í landspartinum Bábel.
2 So sendi Nebukadnezar kongur út menn, ið skuldu stevna saman jøllunum, landstjórunum, landshøvdingunum, ráðharrunum, skattmeistarunum, hinum lógkønu, dómarunum og øllum embætismonnum í landspørtunum, og geva teimum boð um at koma til vígslu myndarinnar, ið Nebukadnezar kongur hevði latið reisa.
3 Tá komu teir saman, jallarnir, landstjórarnir, landshøvdingarnir, ráðharrarnir, skattmeistararnir, hinir lógkønu, dómararnir og allir embætismenn í landspørtunum - til vígslu myndarinnar, ið Nebukadnezar kongur hevði latið reisa; teir stigu fram fyri myndina, ið Nebukadnezar hevði latið reisa.
4 Nú rópti róparin við harðari rødd: "Hetta veri tykkum sagt, tit av øllum tjóðum, ættum og tungumálum
5 Táið tit hoyra ljóðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns øðrum ljóðførum, skulu tit falla niður og tilbiðja gullmyndina, ið Nebukadnezar kongur hevur latið reisa.
6 Tann, ið ikki fellur niður og tilbiður, skal í somu stund verða kastaður í hin brennandi eldsovnin."
7 Við tað sama sum nú alt fólkið hoyrdi lióðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum og alskyns øðrum ljóðførum, fullu tey tí - av øllum tjóðum, ættum og tungumálum - niður og tilbóðu gullmyndina, ið Nebukadnezar kongur hevði latið reisa.
8 Men í sama viðfangi stigu nakrir kaldeiskir menn fram við klagu móti Jødunum.
9 Teir tóku til orða og søgdu við Nebukadnezar kong: "Kongurin livi í allar ævir!
10 Kongurin! Tú gavst tað boð, at hvørt eitt menniskja, ið hoyrdi ljóðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns øðrum ljóðførum, skuldi falla niður og tilbiðja gullmyndina,
11 og at tann, ið ikki fall niður og tilbað, skuldi verða kastaður í hin brennandi eldsovnin.
12 Men nú eru her nakrir jødiskir menn, sum tú hevur sett at stýra landspartinum Bábel - Sadrak, Mesak og Abed-Nego; hesir menn hava einki lagt í boð títt, kongurin! Teir dýrka ikki gudar tínar, og gullmyndina, ið tú hevur latið reisa, tilbiðja teir ikki."
13 Tá varð Nebukadnezar uppøstur og illur og beyð, at Sadrak, Mesak og Abed-Nego skuldu verða leiddir fram; hesir menn vórðu tá leiddir fram fyri kongin.
14 Nebukadnezar tók til orða og segði við teir: "Eru tað uppløgd ráð, Sadrak, Mesak og Abed-Nego, at tit dýrka ikki gud mín og tilbiðja ikki gullmyndina, ið eg havi latið reisa?
15 Hoyrið nú: Eru tit til reiðar, táið tit hoyra ljóðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns øðrum ljóðførum, at falla niður og tilbiðja myndina, ið eg havi latið gera, so er gott; men tilbiðja tit hana ikki, skulu tit í somu stund verða kastaðir í hin brennandi eldsovnin - og hvør er tann Gud, ið er mentur at bjarga tykkum úr hondum mínum!"
16 Sadrak, Mesak og Abed-Nego svaraðu konginum: "Nebukadnezar! Okkum nýtist ikki at svara tær orð uppá hetta.
17 Gud okkara, sum vit dýrka, er mentur at bjarga okkum; úr hinum brennandi eldsovni og av hond tíni skal Hann frelsa, kongurin!
18 Men um so er, at Hann ger tað ikki, skalt tú vita, kongurin, at vit dýrka ikki gudar tínar, og tilbiðja ei heldur gullmyndina, ið tú hevur latið reisa!"
19 Tá varð Nebukadnezar so ovurhonds illur við Sadrak, Mesak og AbedNego, at andlit hansara umbroyttist. Hann tók til orða og segði, at ovnurin skuldi verða gjørdur sjey ferðir so heitur, sum hann var vanur at vera.
20 So segði hann við nakrar raskar menn, sum vóru í heri hansara, at teir skuldu binda Sadrak, Mesak og Abed-Nego og kasta teir í hin brennandi eldsovnin.
21 Hesir menn vórðu tá í skjúrtum, kyrtlum, køppum og hinum klæðum sínum bundnir og kastaðir í hin brennandi eldsovnin.
22 Við tað at nú orð kongsins var so strangt, og ovnurin so ovurhonds upphitaður, brendi login menninar til deyða, sum høvdu borið Sadrak, Mesak og Abed-Nego upp hagar.
23 Men hesir tríggir menn - Sadrak, Mesak og Abed-Nego - vórðu bundnir kastaðir niður í hin brennandi eldsovnin.
24 Tá varð Nebukadnezar kongur sligin av ræðslu og leyp á føtur. Hann tók til orða og segði við ráðharrar sínar: "Kastaðu vit ikki tríggjar menn bundnar í eldin?" Teir svaraðu konginum: "Jú, vissuliga, kongurin!"
25 Hann tók aftur til orða og segði: "Men eg síggi fýra menn ganga leysar inni í eldinum, og á teimum sæst einki mein - og hin fjórði sær út sum gudasonur!"
26 So fór Nebukadnezar yvir at durum hins brennandi eldsovns. Hann tók til orða og segði: "Sadrak, Mesak og Abed-Nego, tit tænarar hins hægsta Guds! Komið út higar!" Tá komu Sadrak, Mesak og Abed-Nego út úr eldinum.
27 Jallarnir, landstjórarnir, landshøvdingarnir og ráðharrar kongsins komu saman; teir sóu, at eldurin hevði einki vald havt yvir likamunum á hesum monnum, at hárið var ikki svidnað á høvdi teirra, og at einki sást á skjúrtum teirra; tað var ikki so mikið, sum at brendaroykur gekk at teimum.
28 Tá tók Nebukadnezar til orða og segði: "Lovaður veri Gud Sadraks, Mesaks og Abed-Negos, sum sendi eingil Sín og frelsti tænarar Sínar, teir, ið settu lít sína til Hansara og gjørdu móti boði kongsins og vágaðu lívið, tí teir ongan annan gud enn Gud sín vildu dýrka ella tilbiðja!
29 Tí gevi eg nú tað boð, at tann, ið sigur nakað ilt um Gud Sadraks, Mesaks og Abed-Negos - hann veri av tí tjóð, tí ætt og tí tungumáli, hann vera vil - skal verða høgdur sundur, og hús hansara gjørt til skarndunga; tí eingin annar Gud er til, sum soleiðis er mentur at frelsa."
30 Eftir hetta lyfti kongurin Sadrak, Mesak og Abed-Nego upp til miklan heiður og stórt vald í landspartinum Bábel.