Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dániel
Kapittul 6
12345 6789101112
1 Darius Medari tók við ríkinum, táið hann var 62 ár.
2 Dariusi toknaðist at seta yvir ríkið 120 jallar; teir skuldu búgva um alt ríkið.
3 Yvir teir setti hann tríggjar yvirhøvdingar - Dániel var ein teirra - og fyri teimum skuldu jallarnir gera roknskap, so kongurin einki tap hevði.
4 Men Dániel var dugnaligari enn hinir yvirhøvdingarnir og jallarnir, av tí at høgur andi var í honum; og kongurin hevði í huga at seta hann yvir alt ríkið.
5 Tá royndu yvirhøvdingarnir og jallarnir at finna okkurt at klaga Dániel fyri viðvíkjandi ríkisstýrinum; men teir kundu einki misbrot og ongan órætt finna; tí hann var trúgvur, og hjá honum fanst hvørki ódugnaskapur ella órættur.
6 Tí søgdu hesir menn: "Vit finna einki at klaga henda Dániel fyri, uttan so skuldi verið, at vit finna tað í gudsdýrkan hansara."
7 So tustu hesir yvirhøvdingar og jallar inn til kongin og søgdu við hann: "Darius kongur livi í allar ævir!
8 Allir yvirhøvdingar ríkisins, landstjórar, jallar, ráðharrar og landshøvdingar, eru komnir ásamt um, at kongsboð eigur at verða givið - strangt forboð - at hvør tann, sum í 30 dagar biður til nakran gud ella nakað menniskja uttan til tín, kongurin, skal verða kastaður í leyvubølið.
9 Gev tí nú, kongurin, slíkt forboð, og lat tað verða gjørt skrivliga, so tað - eftir teirri óbroytiligu lóg Medara og Persara - ikki kann takast aftur!"
10 Darius kongur læt tí skrivliga hetta forboð verða givið.
11 Men við tað sama sum Dániel fekk at vita, at hetta var skrivað og sett upp, fór hann inn í hús sítt; har hevði hann í sali sínum opin vindeygu, ið vendu móti Jerúsalem, og tríggjar ferðir um dagin fall hann á knæ í bøn og tøkk fyri ásjón Guds - júst sum hann hevði gjørt áður.
12 Nú tustu hinir menn inn og sóu, at Dániel bað til Gud sín og ákallaði Hann.
13 Tá fóru teir inn fyri kongin og spurdu hann viðvíkjandi kongsforboðnum: "Hevur tú ikki givið forboð um, at hvør tann, sum í 30 dagar biður til nakran gud ella til nakað menniskja uttan til tín, kongurin, skal verða kastaður í leyvubølið?" Kongurin svaraði: "Tað orð stendur fast eftir teirri óbroytiligu lóg Medara og Persara!"
14 Teir tóku nú til orða og søgdu, har teir stóðu fyri konginum: "Dániel, ein av hinum judeisku fangunum, leggur hvørki í teg, kongurin, ella forboðið, ið tú hevur givið - hann heldur bøn tríggjar ferðir um dagin."
15 Táið kongurin hoyrdi hetta, varð hann ógvuliga tungur og fór at hugsa um, hvussu hann skuldi frelsa Dániel; líka til sólin gekk niður, royndi hann at finna útveg at hjálpa honum.
16 Men hesir menn tustu til kongin og søgdu við hann: "Tú veitst, kongurin, at tað er mediskur og persiskur rættur, at einki forboð og eingin lóg, sum kongurin gevur, kann takast aftur!"
17 So gav kongurin tað boð, at teir skuldu fara eftir Dániel og kasta hann í leyvubølið. Men kongurin tók til orða og segði við Dániel: "Gud tín, Hann, sum tú dýrkar enn sum áður, Hann frelsi teg!"
18 Teir komu nú við stórum steini og løgdu hann fyri munna bølisins, og kongurin innsiglaði hann við innsigli sínum og stórmanna sína, so einki skuldi kunna broytast í tí, sum gjørt var við Dániel.
19 Síðani fór kongurin heim í høll sína og fastaði alla náttina; hann læt ongar kvinnur koma inn til sín, og hann blundaðist ikki.
20 Tíðliga um morgunin, í dimmalættingini, fór kongurin upp og skundaði sær til leyvubølið.
21 Táið hann nærkaðist bølinum, rópti hann á Dániel við sorgfullari rødd. Hann tók til orða og segði við Dániel: "Dániel, tú tænari hins livandi Guds! Hevur Gud tín, sum tú dýrkar enn sum áður, verið mentur at frelsa teg frá leyvunum?"
22 Dániel svaraði konginum: "Kongurin livi í allar ævir!
23 Gud mín sendi eingil Sín og læt aftur munn leyvanna, so tær einki mein hava gjørt mær, við tað at eg eri funnin sakleysur fyri Honum og heldur einki skeivt havi gjørt móti tær, kongurin!"
24 Tá varð kongurin ógvuliga glaður, og hann gav boð um at draga Dániel upp úr bølinum. Og táið Dániel var drigin upp úr bølinum, sást einki mein á honum - tí hann hevði trúð á Gud sín.
25 So beyð kongurin, at farið skuldi verða eftir monnunum, ið høvdu klagað Dániel, og teir vórðu við børnum og konum sínum kastaðir í leyvubølið. Og áðrenn tey vóru komin á botn í bølinum, lupu leyvurnar á tey og knasaðu hvørt bein í teimum.
26 Síðani skrivaði Darius kongur til allar tjóðir og ættir og til øll tungumál á allari jørðini: "Friður veri við tykkum í ríkum máli!
27 Hervið gevi eg tað boð, at í øllum veldi ríkis míns skulu tey ræðast og óttast Gud Dániels; tí Hann er hin livandi Gud og verður í allar ævir; ríki Hansara verður ikki umstoytt, og harradømi Hansara varir líka til endan.
28 Hann frelsir og bjargar og ger tekin og undur á himli og á jørð - Hann, sum bjargaði Dániel undan leyvunum."
29 Og Dániel gekk fram í heiður og valdi, bæði meðan Darius, og meðan Kýrus Persari stýrdi.