Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dániel
Kapittul 8
1234567 89101112
1 Triðja árið ið Belsazar kongur sat við stýrið, sá eg, Dániel, sjón, eina, sum kom eftir hana, ið eg áður hevði sæð.
2 Táið eg sá hesa sjón, var tað mær, sum eg var í borgini Susan í landspartinum Elam; og eg sá meg í sjónini standa við Ulaiá.
3 Táið eg hugdi upp, fekk eg at síggja veðr, ið stóð við ánna; hann hevði tvey horn, sum bæði vóru høg; tó var annað hægri enn hitt, og hetta hægra vaks seinni upp.
4 Eg sá veðrin stúta móti vestri, norðri og suðri, og einki dýr var ment at standa seg móti honum; eingin kundi frelsa undan valdi hansara; hann gjørdi, sum hann vildi, og hevði hugmóðigan atburð.
5 Táið eg nú framvegis gav gætur, fekk eg at síggja bukk, ið kom vestaneftir; hann streyk fram yvir alla jørðina, men bar ikki við hana; bukkurin hevði óføra stórt horn millum eyguni.
6 Hann kom til veðrin, sum hevði tvey horn, hann, ið eg hevði sæð standa við ánna, og legði á hann í óførari øði.
7 Eg sá, hvussu hann, táið hann var komin tætt til veðrin, leyp á hann í øði, rendi undir hann og breyt bæði hornini av honum; veðrurin var ikki mentur at verja seg fyri honum; hann feldi hann til jarðar og traðkaði hann undir, og har var eingin, ið kundi frelsa veðrin undan valdi hansara.
8 Bukkurin fekk ovurhonds stórt vald; men júst táið máttur hansara var sum mestur, varð hitt stóra hornið brotið av, og í staðin fyri vuksu upp fýra veldig horn, sum vendu móti hinum fýra høvuðsættunum.
9 Út úr einum teirra kom eitt nýtt horn, lítið í fyrstuni; men seinni varð tað ovurhonds stórt suðureftir, eystureftir og móti hinum fagra landi.
10 Tað vaks líka upp til her himmalsins og kastaði til jarðar nakrar av herinum og av stjørnunum og traðkaði tey undir.
11 Ja, líka móti høvdinga hersins hugmóðaði tað sær; tað tók frá honum hitt dagliga ofrið, og halgidómsbústaður hansara varð niðurrivin.
12 Saman við hinum dagliga ofrinum varð herurin givin upp til oyðing - tað voldi fráfallið; og hornið kastaði sannleikan til jarðar, og tað hevði eydnu við sær í øllum, sum tað gjørdi.
13 So hoyrdi eg ein av hinum heiløgu tala; og ein annar heilagur segði við hann, ið talaði: "Hvussu langa tíð sipar hon til, sjónin um hitt dagliga ofrið og hitt oyðandi fráfall - at bæði halgidómur og herur verða givin upp til undirtraðking?"
14 Hann segði við meg: "2300 kvøld og morgnar; so skal halgidómurin koma aftur til rætt sín."
15 Táið nú eg, Dániel, sá hesa sjón, royndi eg at skilja hana. Og alt í einum stóð framman fyri mær ein, ið sá út sum maður.
16 Og eg hoyrdi menniskjarødd rópa yvir um Ulai: "Gabriel! Greið honum frá sjónini!"
17 Hann kom nú, hagar sum eg stóð; og táið hann kom, ræddist eg og fall á andlit mítt. Hann segði við meg: "Akta eftir hesum, menniskjasonur! Tí sjónin sipar til tíð endans."
18 Meðan hann tosaði við meg, lá eg sansaleysur við andlitinum til jarðar; tá nam hann við meg og reisti meg aftur á føtur.
19 Og hann segði: "Nú skal eg kunngera tær tað, ið henda skal hina síðstu vreiðitíð; tí sjónin sipar til ásettu tíð endans.
20 Veðrurin við tveimum hornum, ið tú sást, merkir kongarnar í Media og Persia.
21 Hin lodni bukkurin er grikkalandskongur; hitt stóra hornið millum eygu hansara er fyrsti kongurin.
22 At hetta hornið varð brotið av, og at fýra onnur komu í staðin fyri, talar um, at fýra kongaríki skulu koma upp av tjóð hansara, men ikki við mátti hansara.
23 Men móti endanum á harradømi teirra, táið brotsmenninir hava fylt mál sítt, skal koma upp kongur, frekur og kønur í óndum ráðum.
24 Vald hansara skal verða stórt, men ikki av hansara egnu ávum, og hann skal volda ótrúligan skaða og fáa framt alt, ið hann tekur sær fyri; hann skal forkoma máttugum høvdingum og fólki hinna heiløgu.
25 Av tí at hann er klókur, skal honum eydnast so væl við svikum hansara; hann skal gera seg stóran í hjartanum, og hann skal forkoma mongum, ið sita trygg; ja, móti Høvdinga høvdinga skal hann seta seg upp; men hann skal verða knasaður, tó ikki av menniskjahond.
26 Sjónin um kvøldini og morgnarnar, sum um varð talað, er sonn; men goym tú sjónina, tí hon peikar langt fram í tíðina!"
27 Men eg, Dániel, misti allan mátt og lá sjúkur eina tíð; so fór eg upp og virkaði í tænastu míni hjá kongi. Eg var ræðslusligin av sjónini, og eingin skilti hana.