Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dániel
Kapittul 9
12345678 9101112
1 Fyrsta árið ið Darius, sonur Ahasverus, sat við stýrið - hann, sum var mediskur av ætt og var vorðin kongur yvir ríki Kaldeara -
2 fyrsta árið ið hann sat við stýrið, legði eg, Dániel, í bókunum til merkis áratalið, sum HARRIN hevði talað um við Jeremias profet, at Hann skuldi lata full 70 ár ganga, meðan Jerúsalem lá í oyði.
3 Tá vendi eg ásjón míni til Gud Harran, at søkja Hann í bøn og eyðmjúkari ákallan við føstu og í sekki og øsku.
4 Eg bað til HARRAN Gud mín og játtaði og segði: "Á Harri, Tú stóri og øgiligi Gud, sum heldur sáttmála Tín og goymir teimum miskunn, sum elska Teg og halda boð Tíni!
5 Vit hava syndað og gjørt illa, verið ógudlig og sett okkum upp móti Tær, vit eru vikin frá boðum og lógum Tínum.
6 Vit lurtaðu ikki eftir tænarum Tínum profetunum, sum í navni Tínum talaðu til kongar okkara, høvdingar okkara, fedrar okkara og alt fólkið í landinum.
7 Tú stendur við rættinum, Harri, og vit noyðast at skamma okkum - sum nú gevur at bíta - vit, Judamenn, tey, sum í Jerúsalem búðu, og alt Ísrael, bæði tey, ið nær eru, og tey, ið langt burtur eru, í øllum londunum, hagar Tú hevur rikið tey aftur fyri trúloysið móti Tær, sum tey hava víst.
8 Harri! Vit noyðast at skamma okkum, kongar okkara, høvdingar okkara og fedrar okkara - tí vit hava syndað móti Tær.
9 Hjá Harranum Gudi okkara er miskunn og fyrigeving. Tí vit hava sett okkum upp móti Honum;
10 og vit lurtaðu ikki eftir HARRANUM Gudi okkara og gjørdu ikki eftir lógum Hansara, sum Hann við tænarum Sínum profetunum legði fyri okkum.
11 Nei, alt Ísrael breyt lóg Tína og fall frá og lurtaði ikki eftir Tær. Tí varð tað úthelt yvir okkum, bannið, ið Hann hevði svorið at senda, og sum skrivað stendur í lóg Mósesar, tænara Guds - tí vit syndaðu móti Honum.
12 Og Hann helt orðini, ið Hann hevði talað móti okkum og móti dómarum okkara, sum dømdu okkum; Hann læt so svára vanlukku koma yvir okkum, at slíkt hevur ikki hent undir øllum himli, slíkt sum tað, ið hent hevur í Jerúsalem.
13 Eftir tí, sum skrivað stendur í Móselóg, kom øll henda vanlukka yvir okkum; men vit royndu ikki at blíðka HARRAN Gud okkara, vendu ikki við frá misgerðum okkara og aktaðu ikki eftir sannleika Tínum.
14 Tí vakti HARRIN yvir vanlukkuni og læt hana koma yvir okkum; tí HARRIN Gud okkara er rættvísur í øllum, sum Hann ger, og vit lurtaðu ikki eftir Honum.
15 Og nú, Harri Gud okkara, Tú, sum við sterkari hond leiddi fólk Títt út av Egyptalandi og gjørdi Tær navn, sum er tað sama enn í dag - vit hava syndað, vit hava verið ógudlig!
16 Harri! Lat tó - fyri allar rættvísigerðir Tínar - vreiði og bræði Tína vendast burtur frá Jerúsalem, staði Tínum, heilaga fjalli Tínum! Tí aftur fyri syndir okkara og misgerðir fedra okkara er Jerúsalem og fólk Títt vorðið øllum teimum til spott, sum rundan um okkum búgva.
17 Hoyr nú, Gud okkara, bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan hansara, og lat ásjón Tína lýsa yvir oydda halgidóm Tín - fyri Tína egnu skuld, Harri!
18 Gud mín! Vend oyra Tínum higar og hoyr! Lat upp eygu Tíni og síggj oyðingina, ið yvir okkum hevur gingið - hygg staðurin, ið kallaður er við navni Tínum! Tí ikki á rættvísigerðir okkara grunda vit eyðmjúku bønir okkara, sum vit bera fram fyri ásjón Tína - nei, á stóru miskunn Tína.
19 Harri, hoyr! Harri, fyrigev! Harri, akta eftir og ger tað, drála ikki - fyri Tína egnu skuld, Gud mín! Tí staður Tín og fólk Títt eru kallað við navni Tínum."
20 Meðan eg enn talaði og bað og játtaði synd mína og synd Ísraels, fólks míns, og bar fram fyri ásjón HARRANS Guds míns bøn mína fyri heilaga fjalli Guds míns
21 - meðan eg enn talaði í bønini, kom Gabriel, hin maðurin, sum eg áður hevði sæð í sjónini - ta ferðina eg so heilt misti allan mátt - hann kom og nam við meg - tað var, táið kvøldofrið verður borið fram.
22 Hann lærdi meg og tosaði við meg og segði: "Dániel! Nú eri eg komin higar at læra teg at skilja.
23 Við tað sama sum tú byrjaði at bera fram eyðmjúku bønir tínar, gekk út orð, og nú eri eg komin at kunngera tær tað; tí tú ert stórliga elskaður. Gev tí nú orðinum gætur og akta eftir sjónini!
24 70 vikur eru tilmáldar fólki tínum og heilaga staði tínum, til at steingja fráfallið inni, til at innsigla syndir, til at fjala misgerð, til at leiða fram æviga rættvísi, til at innsigla sjón og profet, og til at salva hitt alraheilagasta.
25 Og tú skalt vita og skilja: Frá tí orðið gongur út um at reisa Jerúsalem aftur og byggja tað av nýggjum, inntil ein Salvaður, ein Høvdingi, kemur, skulu ganga 7 vikur og 62 vikur; tað skal verða reist aftur og bygt upp við torgum og gøtum, men á trongdartíðum.
26 Men táið tær 62 vikurnar eru umlidnar, skal hin Salvaði verða fyribeindur og einki hava; og staðurin og halgidómurin skulu verða lagdir í oyði av fólki eins høvdinga, sum kemur; endin á tí er revsidómsflóð, og líka til endan er ófriður; oyðing er óvikiliga avgjørd.
27 Og hann skal eina viku staðfesta sáttmála við mong; mitt í vikuni skulu sláturoffur og matoffur halda uppat; á viðurstygdarveingjum skal oyðarin koma, og tað, líka inntil undirgangur og óvikiliga avgjørdur revsidómur streymar niður yvir oyðaran."