Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dániel
Kapittul 7
123456 789101112
1 Fyrsta árið ið Belsazar bábelskongur sat við stýrið, hevði Dániel dreym, og sjónir komu fram fyri hann á legu hansara; eftirsíðani skrivaði hann upp dreymin og segði frá høvuðsinnihaldinum.
2 Dániel tók til orða og segði: Eg hevði um náttina sjón, og í hesi sjón sá eg, hvussu teir fýra vindar himmalsins østu upp hitt stóra hav.
3 Og fýra stór dýr komu upp úr havinum, hvørt ólíkt øðrum.
4 Hitt fyrsta líktist leyvu, men hevði veingir sum ørn. Meðan eg hugdi at, vórðu veingirnir slitnir av tí, og tað varð lyft upp frá jørðini og reist á tveir føtur eins og menniskja og fekk menniskjahjarta.
5 So fekk eg at síggja eitt dýr enn - tað annað - sum líktist bjørn. Tað reisti seg upp á aðra liðina; tað hevði trý riv í munninum, millum tenninar, og sagt varð við tað: "Reis teg og et nógv kjøt!"
6 Enn eitt dýr fekk eg at síggja í sjón míni; tað líktist leopardi. Tað hevði á rygginum fýra fuglaveingir og hevði fýra høvd, og tað fekk stórt vald.
7 Síðani fekk eg í náttarsjónum mínum fjórða dýrið at síggja - øgiligt, ræðuligt og ovurhonds sterkt. Tað hevði stórar jarntenn og át og knasaði; og tað, ið eftir varð, traðkaði tað sundur við fótunum. Tað var ólíkt øllum hinum fyrru dýrunum, og tað hevði tíggju horn.
8 Eg ansaði gjølla eftir hornunum; tá fekk eg at síggja annað lítið horn, sum vaks upp millum teirra, og trý av hinum fyrru hornunum vórðu slitin upp fyri tí. Hetta horn hevði eygu sum menniskjaeygu, og munn, ið talaði stór orð.
9 Meðan eg hugdi at hesum, vórðu stólar settir fram, og Ein, sum gamal var, settist; klæði Hansara vóru hvít sum kavi, og hárið á høvdi Hansara var sum rein ull; hásæti Hansara var eldslogar, og hjólini undir tí vóru sum brennandi eldur.
10 Eldstreymur gekk út frá Honum. Túsund túsund tæntu Honum, og tíggjutúsund tíggjutúsund stóðu fyri Honum. Rætturin varð settur, og bøkur vórðu latnar upp.
11 Meðan eg hugdi at hesum, voldu hini stóru orð, ið hornið talaði, at dýrið varð dripið; og kroppur tess varð forkomin og kastaður í eldin og brendur.
12 Eisini frá hinum dýrunum varð harradømið tikið; tí lívsævi teirra var ásett til tíð og stund.
13 Framvegis fekk eg í náttarsjónum mínum at síggja, hvussu Ein, sum líktist menniskjasyni, kom á skýggjum himmalsins; Hann fór yvir til Hin, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri Hann.
14 Og Honum varð givið vald, heiður og ríki; allar tjóðir og ættir og øll tungumál skulu tæna Honum; vald Hansara er ævigt vald, sum aldri gongur til grundar, og ríki Hansara er ríki, sum ikki verður lagt í oyði.
15 Tá kendi eg, Dániel, anda mín órógvast í mær, og sjónirnar, ið fram fyri meg komu, loyptu ræðslu á meg.
16 Eg fór yvir til ein teirra, ið stóðu har, og bað hann geva mær álítandi frágreiðing um alt hetta; og hann svaraði mær og týddi mær tað
17 "Hesi fýra stóru dýr tala um, at fýra kongar skulu stíga fram á jørðini.
18 Men hini heiløgu hins Hægsta skulu fáa ríkið og hava tað í ogn til ævigar tíðir, ja, í aldur og allar ævir."
19 Nú vildi eg fáa álítandi frágreiðing um hitt fjórða dýrið, tað, ið var ólíkt øllum hinum fyrru - sum var so øgiligt og hevði jarntenn og koparkløur, og sum át og knasaði, og traðkaði sundur við fótunum tað, ið eftir var,
20 somuleiðis um hini tíggju hornini á høvdi tess og um hitt nýggja hornið, tað, ið vaks upp og voldi, at hini trý hornini duttu av - tað hornið, ið hevði eygu, og munn, ið talaði stór orð, og sum var størri at síggja enn hini.
21 Eg sá, hvussu hetta hornið bardist við hini heiløgu og vann sigur á teimum,
22 inntil Hin, ið gamal var, kom, og hini heiløgu hins Hægsta fingu rætt sín, og tíðin kom, táið hini heiløgu tóku ríkið í ogn.
23 So ljóðaðu orð hansara: "Hitt fjórða dýrið talar um, at fjórða ríkið skal koma á jørðini; tað skal vera ólíkt øllum hinum ríkjunum, og tað skal gloypa allari jørðini, traðka hana niður og knasa hana.
24 Hini tíggju hornini tala um, at av hesum ríki skulu koma upp tíggju kongar, og eftir teir skal koma upp annar kongur, sum skal vera ólíkur hinum fyrru, og sum skal fella tríggjar kongar.
25 Hann skal tala orð móti hinum Hægsta og kúga hini heiløgu hins Hægsta; hann skal hava í huga at broyta tíðir og lóg, og tey skulu verða givin í hendur hansara tíð, tíðir og hálva tíð.
26 So verður rætturin settur, og valdið verður frá honum tikið, so hann verður lagdur í oyði og forkomin við alla.
27 Men ríkið, harradømið og valdið yvir ríkjunum undir øllum himli skal verða givið fólkinum, sum er hini heiløgu hins Hægsta; ríki tess skal vera ævigt ríki, og øll veldi skulu tæna tí og lýða tað."
28 Her endar frásøgnin. Meg, Dániel, ræddu hugsanir mínar stórliga, og andlit mítt skifti lit; men tað, ið eg hevði sæð og hoyrt, goymdi eg í hjartanum.