Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dániel
Kapittul 1
123456789101112
1 Triðja árið ið Jójakim judakongur sat við stýrið, kom Nebukadnezar kongur í Bábel móti Jerúsalem og kringsetti tað.
2 Og HARRIN gav Jójakim judakong í hendur hansara, somuleiðis nakað av íløtunum í húsi Guds, og hann flutti tey til Sinearsland, til hús guds síns - hann læt íløtini seta inn í skattkamar guds síns.
3 Kongurin segði við Aspenaz, hægsta hirðmann sín, at hann skuldi taka nakrar Ísraelsmenn, bæði av kongaættini og av høvdingaættunum,
4 ungar dreingir, sum einki lýti høvdu og vóru vakrir av útsjónd, sum vóru næmir, so teir kundu læra alskyns vísdóm, vinna kunnskap og gerast kønir í vitskapi, og sum dugdu til tænarar í kongshøllini; teir skuldi hann lata upplæra í bókmentum og tungumáli Kaldeara.
5 Kongurin ásetti, hvat teir skuldu hava um dagin av hansara egna mati og av víninum, ið hann drakk, og hann beyð, at teir skuldu verða upplærdir í trý ár; táið so hesi ár vóru gingin, skuldu teir verða tænarar kongsins.
6 Millum teirra vóru av Judamonnum Dániel, Hananja, Misael og Azarja.
7 Men hægsti hirðmaðurin gav teimum nýggj nøvn; Dániel kallaði hann Beltsazar, Hananja Sadrak, Misael Mesak, og Azarja Abed-Nego.
8 Men Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan við mati kongsins ella við víninum, ið hann drakk, og hann spurdi hægsta hirðmannin, um hann kundi ikki sleppa frá at gera seg óreinan á henda hátt.
9 Og Gud læt Dániel finna vælvild og miskunn hjá hægsta hirðmanninum.
10 Men hægsti hirðmaðurin segði við Dániel: "Eg eri ræddur fyri, at harri mín, kongur, sum hevur ásett, hvat tit skulu eta og drekka, fer at síggja, at tit eru soltnari í andliti enn hinir dreingirnir á tykkara aldri, og tit soleiðis fara at draga skyld oman yvir høvd mítt fyri kongi."
11 Tá segði Dániel við umsjónarmannin, sum hægsti hirðmaðurin hevði sett yvir Dániel, Hananja, Misael og Azarja
12 "Ger kortini í tíggju dagar eina roynd við tænarum tínum, og lat teir geva okkum kálmeti at eta og vatn at drekka!
13 So kanst tú sýna, hvussu vit síggja út, og somuleiðis, hvussu hinir dreingirnir síggja út, teir, ið eta mat kongs - og ger síðani við tænarar tínar eftir tí, sum tú tá sært!"
14 Hann gjørdi tá, sum teir vildu, og royndi hetta við teimum í tíggju dagar.
15 Táið teir tíggju dagarnir vóru gingnir, vísti tað seg, at teir sóu betur út og vóru betur í holdum enn allir dreingirnir, ið høvdu etið av mati kongsins.
16 Eftir tað læt umsjónarmaðurin teir sleppa frá matinum, ið teimum var ætlaður, og víninum, ið teir skuldu drukkið, og gav teimum kálmeti.
17 Hesum fýra unglingum gav Gud at kenna og skilja alskyns bókmentir og vísdóm; Dániel dugdi eisini at skilja alskyns sjónir og dreymar.
18 Táið tíðin, ið kongurin hevði ásett, var úti, og teir skuldu verða leiddir fram fyri hann, fór hægsti hirðmaðurin inn fyri Nebukadnezar við teimum.
19 Kongurin tosaði við teir, og ikki var millum teir allar ein, ið kundi metast javnt við Dániel, Hananja, Misael og Azarja; teir vórðu tá tænarar kongsins.
20 Og altíð táið kongurin spurdi teir um okkurt, sum vísdómur og skil kravdi til, sá hann, at teir vóru tíggju ferðir so vísir sum allir spámenn og andamanarar í øllum ríki hansara.
21 Dániel varð tá har, líka til fyrsta árið ið Kýrus kongur sat við stýrið.