Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Zakarias
Kapittul 12
1234567891011 121314
1 Spádómur - orđ HARRANS um Ísrael. So sigur HARRIN, sum tandi út himmalin, grundfesti jřrđina og virkađi anda menniskjans í brósti tess:
2 Eg geri Jerúsalem til slřđriskál fyri řll fólkaslřgini rundan um tađ; eisini Juda skal fáa av at vita, táiđ Jerúsalem verđur kringsett.
3 Tann dag skal Eg gera Jerúsalem til hav fyri řll fólkaslřg; ein og hvřr, iđ roynir at lyfta tí, skal sćra seg sjálvan. Řll fólkaslřg á jřrđini skulu savnast móti tí.
4 Tann dag - sigur HARRIN - skal Eg loypa rćđslu á hvřnn hest og taka vitiđ frá teimum, iđ á teimum ríđa; á húsi Juda skal Eg hava vakjandi eyga, men allar hestar heidningafólkanna skal Eg blinda.
5 Ćttarhřvdingar Juda skulu siga í hjarta sínum: "Teir, sum í Jerúsalem búgva, eru styrki okkara - viđ HARRANUM Gudi herskaranna, Gudi teirra."
6 Tann dag skal Eg gera ćttarhřvdingar Juda líkar potti viđ glóđum í viđadunga, líkar brennandi kyndli millum bundi; teir skulu oyđa til hřgru og vinstru allar tjóđir, iđ rundanum eru; men Jerúsalem skal framvegis vera á stađi sínum - í Jerúsalem.
7 Fyrst skal HARRIN geva tjřldum Juda sigur, so ikki hús Dávids og tey, sum í Jerúsalem búgva, skulu vinna sćr střrri heiđur enn Juda.
8 Tann dag skal HARRIN vera teimum vernd, sum í Jerúsalem búgva; hin ússaligasti av teimum skal tann dag vera sum Dávid, og hús Dávids skal vera sum Gud, sum eingil HARRANS framman fyri tey.
9 Tann dag skal Eg royna at forkoma řllum heidningafólkunum, iđ halda móti Jerúsalem.
10 Men yvir hús Dávids og yvir tey, sum í Jerúsalem búgva, skal Eg hella út náđiandan og břnarandan; tey skulu venda eygunum móti Honum, sum tey hava stungiđ ígjřgnum; tey skulu syrgja Hann, sum ein syrgir einasta son sín, og gráta sárliga eftir Hann, sum ein grćtur eftir frumborna sín.
11 Tann dag skal sorgin verđa stór í Jerúsalem, sum sorgin í Hadadrimmon í Megiddodali.
12 Landiđ skal syrgja - hvřr ćtt fyri seg, ćtt Dávids húss fyri seg og kvinnur teirra fyri seg, ćtt Natans húss fyri seg og kvinnur teirra fyri seg,
13 ćtt Levi húss fyri seg og kvinnur teirra fyri seg, ćtt Síme’ita fyri seg og kvinnur teirra fyri seg,
14 somuleiđis allar hinar ćttirnar, hvřr ćtt fyri seg og kvinnur teirra fyri seg.