Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Zakarias
Kapittul 14
12345678910111213 14
1 Dagur HARRANS kemur, táið fongur tín skal verða skiftur í tær.
2 Tí Eg skal savna allar tjóðir til hernað móti Jerúsalem; býurin skal verða tikin, húsini rænd, og kvinnurnar neyðtiknar; og helvtin av fólkinum í staðnum skal fara í útlegd. Men tað, ið eftir er av tí, skal ikki verða oytt úr býnum.
3 Tí HARRIN skal fara í bardaga móti hesum tjóðum, eins og Hann bardist í forðum, tann dag orrustan var.
4 Tann dag skulu føtur Hansara standa á Oljufjallinum, ið er beint yvir av Jerúsalem, eystanfyri; Oljufjallið skal klovna mitt tvørtur av, úr eystri í vestur, so har verður stórur dalur, við tað at onnur helvtin av fjallinum víkur norðureftir, og hin helvtin suðureftir.
5 Tit skulu flýggja til dalin millum fjøll Míni; tí dalurin millum fjøllini skal náa líka til Azel; tit skulu flýggja, sum tit flýddu undan jarðskjálvtanum á døgum Uzziasar judakongs. Tá skal HARRIN Gud mín koma - og øll hini heiløgu við Tær.
6 Tann dag skal ljósið hvørva; hini skínandi himmalljós skulu verða myrk.
7 Og ein dagur skal koma - HARRIN kennir hann - hann skal hvørki vera dagur ella nátt; men móti kvøldi, tá skal verða ljóst.
8 Tann dag skulu livandi vøtn streyma út úr Jerúsalem; onnur helvt teirra skal renna í eysturhavið, og onnur í vesturhavið; bæði summar og vetur skal so vera.
9 HARRIN skal tá vera kongur yvir øllum landinum; tann dag skal HARRIN vera ein, og navn Hansara eitt.
10 Alt landið, úr Geba til Rimmon sunnan fyri Jerúsalem, skal verða slætti; men staðurin sjálvur skal standa háreistur á hædd síni, líka frá Benjaminsportri til staðið, har hitt fyrra portrið var - til Hornsportur - og frá Hananeltorni til vínpersur kongsins.
11 Fólkið skal búgva har; aldri aftur skal bann verða lýst yvir tað - Jerúsalem skal standa trygt.
12 Men hetta skal vera plágan, ið HARRIN letur ganga yvir øll fólkasløgini, ið hava barst við Jerúsalem: Hann skal lata hold teirra rotna, meðan tey standa á fótum sínum; eygu teirra skulu rotna í eygnaholunum, og tungan skal rotna í munni teirra.
13 Tann dag skal HARRIN senda stóra ræðslu á tey, so tey leggja hond hvørt á annað og lyfta hondini hvørt móti øðrum.
14 Eisini Juda skal berjast í Jerúsalem, og úr øllum ættum skal góðs tjóðanna verða sankað saman, gull, silvur og klæði í stórari nøgd.
15 Sama plága skal koma yvir hestar, múldýr, kamelar, esil og øll onnur dýr í tilhaldunum.
16 Men øll tey, sum eftir verða av øllum tjóðunum, ið herjaðu á Jerúsalem, skulu ár eftir ár fara hagar at tilbiðja kongin, HARRAN Gud herskaranna, og halda leyvsalahøgtíðina.
17 Er tá okkurt fólk á jørðini, sum ikki fer til Jerúsalem at tilbiðja kongin, HARRAN Gud herskaranna, so skal einki regn koma hjá tí fólki.
18 Soframt sum fólk Egyptalands fer ikki avstað og kemur ikki hagar, skal einki regn koma hjá teimum heldur; hetta verður plágan, ið HARRIN letur koma yvir tjóðirnar, ið ikki fara hagar at halda leyvsalahøgtíðina;
19 hetta skal vera revsingin, ið kemur yvir Egyptaland og allar tjóðirnar, ið ikki fara hagar at halda leyvsalahøgtíðina.
20 Tann dag skal standa at lesa á bjøllum hestanna: "HARRANUM halgaður"; og pottarnir í húsi HARRANS skulu vera sum offurskálirnar fyri altarinum.
21 Hvør pottur í Jerúsalem og Juda skal vera HARRANUM Gudi herskaranna halgaður, so øll tey, sum ofra, kunnu koma og taka teir at kóka í. Tann dag skal eingin Kána’anitur vera longur í húsi HARRANS Guds herskaranna.