Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Zakarias
Kapittul 9
12345678 91011121314
1 Hesin spádómur er orð HARRANS móti Hadrakslandi; eisini í Damaskus skal hann sláa niður - tí HARRIN hevur eyguni eftir menniskjunum og eftir øllum ættum Ísraels.
2 Hann rámar eisini Hamat, sum liggur har hjá, somuleiðis Týrus og Sidon, har teir eru so klókir.
3 Týrus reisti sær verndarvirki, og tað dungaði upp silvur sum dust og fínt gull sum skarn á gøtunum.
4 Men Harrin skal arma tað út og renna múrar tess á sjógvin; sjálvt skal tað verða oytt av eldi.
5 Askalon sær tað og ræðist; Gaza ringist av ræðslu, somuleiðis Ekron, tí vón tess brast; Gaza skal missa kong sín, og í Askalon skal eingin búgva.
6 Í Asdod skal búgva bert óvandafólk, og Eg skal gera enda á hugmóði Filistaranna;
7 Eg skal taka blóðið út úr munni teirra og alt hitt viðurstyggiliga úr tonnum teirra; tá skulu eisini tey verða Gudi okkara leivd; tey skulu vera sum høvdingar í Juda, og Ekron skal vera sum Jebusitur.
8 Eg skal reisa tjøld Míni til vernd fyri hús Mítt móti herum, ið koma og fara, og eingin kúgari skal koma yvir tey uppaftur; tí nú havi Eg sæð tað við Mínum egnu eygum.
9 Gleð teg stórliga, dóttir Zion! Lat hoyrast fagnaðarróp, dóttir Jerúsalem! Hygg, kongur tín kemur til tín! Rættvísur er Hann og fullur av frelsu, fátækur er Hann og ríður á esli, á ungum esilsfyli.
10 Eg skal oyða vagnarnar úr Efra’im og hestarnar úr Jerúsalem; allir herbogar skulu oyðast. Hann skal tala frið til tjóðirnar, og harradømi Hansara skal náa frá havi til hav og frá ánni til endar jarðarinnar.
11 Fyri sáttmálablóðs tíns skuld skal Eg sleppa fangum tínum út, ja, upp úr hinum vatnleysa brunni.
12 Heimaftur til borgina, tit fangar, ið vón hava! Eisini í dag kunngeri Eg tykkum, at Eg skal geva tykkum dupult aftur.
13 Tí Eg spenni Juda sum boga Mín, leggi Efra’im á sum píl, og Eg eggi synir tínar, Zion, móti sonum tínum, Javan; Eg geri teg líkan svørði kappans.
14 Ja, HARRIN skal opinbera Seg yvir teimum, og pílur Hansara skal fara út sum snarljósið; Harrin HARRIN skal blása í horn og ganga fram í sunnanstormum.
15 HARRIN Gud herskaranna skal vera teimum vernd, og teir skulu gloypa fíggindum sínum og traðka teir undir fótum sum sleingisteinar; teir skulu drekka blóð teirra og verða kátir sum av víni; teir skulu verða so fullir av blóði sum offurskálin, sum altarhornini.
16 HARRIN Gud teirra skal frelsa tey tann dag; tey eru jú fólkið, ið Hann hevur tikið til fylgi Sítt; tí tey eru dýrir steinar í krúnu og skyggja yvir land Hansara.
17 - Hvør dýrt er tað ikki, og hvør vakurt! Kornið fær unglingar at blóma upp, og vínið ungar gentur.