Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Zakarias
Kapittul 7
123456 7891011121314
1 Fjórða árið ið Darius var kongur, kom orð HARRANS til Zakarias tann fjórða í níggjunda mánaði - kislev mánaði.
2 Úr Betel vóru tá sendir Sarezer og Regem-Melek við monnum sínum at biðja HARRAN um náði
3 og spyrja prestarnar í húsi HARRANS Guds herskaranna og profetarnar: "Skulu vit gráta og fasta í fimta mánaði, sum vit hava gjørt nú í so mong ár?"
4 Tá kom orð HARRANS Guds herskaranna til mín; Hann segði:
5 Sig við alt fólkið í landinum og við prestarnar: Táið tit nú í sjeyti ár hava hildið føstu- og grátidagar í fimta og sjeynda mánaði, er tað tá fyri Mína skuld, tit hava fastað!
6 Og táið tit eta og drekka, eru tað tá ikki tit, ið eta og drekka!
7 Minnast tit ikki orðini, ið HARRIN læt prædika við profetunum, ið frammanundan hava verið, táið Jerúsalem var bygt og hevði frið við býum sínum rundan um seg, og fólk búði í Suðurlandinum og slættlendinum?
8 Framvegis kom orð HARRANS til Zakarias; Hann segði:
9 So segði HARRIN Gud herskaranna: "Dømið rættvísar dómar, og vísið kærleika og miskunn hvør móti øðrum!
10 Kúgið ikki einkjur og faðirleys, fremmand og fátæk, og upphugsið ikki ilt í hjartanum, hvør móti øðrum!"
11 Men teir vildu ikki hoyra; treiskir spentu teir økslina ímóti og gjørdu oyru síni deyv, so teir hoyrdu ikki;
12 ja, teir gjørdu hjarta sítt hart sum diamant, so teir skuldu ikki hoyra lógina og orðini, ið HARRIN Gud herskaranna við Anda Sínum sendi við profetunum, ið frammanundan hava verið; tí kom stór vreiði frá HARRANUM Gudi herskaranna.
13 Og eins og Hann rópti, og teir hoyrdu ikki, "so" - segði HARRIN Gud herskaranna - "skulu teir rópa, og Eg skal ikki hoyra;
14 nei, Eg skal spjaða teir sum við stormi millum øll heidningafólkini, ið teir kenna ikki." So er nú landið vorðið oyðið eftir teir, so eingin ferðast aftur og fram har. Soleiðis gjørdu teir hitt yndisliga land til oyðimørk.