Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Zakarias
Kapittul 10
123456789 1011121314
1 HARRAN skulu tit biðja um regn, táið várregntíðin er komin. HARRIN sendir snarljósini, og regnskúrir skal Hann geva teimum, hvørjum manni grøði av markini.
2 Tí húsgudarnir talaðu svik, og spámenninir skoðaðu lygn; tómar dreymar kunngjørdu teir, og troystin, ið teir góvu, var einki verd; tí noyddist fólkið at fara avstað sum seyður og líða ilt - av tí at eingin hirði var.
3 Móti hirðunum er vreiði Mín tendrað, og bukkarnar skal Eg heimsøkja; tí HARRIN Gud herskaranna vendir Sær til fylgi Sítt - hús Juda - og ger tað til stolta gangara Sín í bardaganum.
4 Úr tí skal hornsteinurin koma, úr tí tjaldhælurin, úr tí herbogin; úr tí skal hvør stýrismaður koma.
5 Teir skulu vera líkir køppum, ið traðka fíggindar sínar niður í bardaganum eins og skarnið á gøtunum; ja, berjast skulu teir, tí HARRIN er við teimum, og teir, ið ríða á hestum, skulu verða til skammar.
6 Eg skal styrkja hús Juda og frelsa hús Jósefs; Eg skal miskunna teimum og lata tey koma aftur, og tey skulu vera, sum Eg aldri hevði vrakað tey; tí Eg eri HARRIN Gud teirra og skal bønhoyra tey.
7 Efra’imsmenn skulu verða køppum líkir, og hjørtu teirra skulu verða glað sum av víni; børn teirra skulu síggja tað og gleðast; hjørtu teirra skulu fegnast í HARRANUM.
8 Eg bríksli eftir teimum og savni tey, tí Eg havi loyst tey; og tey skulu verða fjølment, eins og tey vóru í forðum.
9 Eg skal sáa tey út millum tjóðirnar; men í londunum har langt burtur skulu tey minnast Meg; og tey skulu liva við børnum sínum og koma aftur.
10 Eg skal leiða tey heimaftur úr Egyptalandi og savna tey úr Assur, og Eg skal leiða tey til Gileadsland og Libanon, og har skal ikki verða nóg mikið rúm fyri teimum.
11 Hann skal fara fram gjøgnum havið, gjøgnum vandar, og sláa niður bylgjur havsins; øll djúp í Nilá skulu torna upp, stoltleiki Assurs skal verða omanstoyttur, og kongastavurin skal víkja frá Egyptalandi.
12 Men tey skal Eg gera sterk í HARRANUM, og í navni Hansara skulu tey halda fram - sigur HARRIN.