Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Zakarias
Kapittul 4
123 4567891011121314
1 Nú kom eingilin, ið tosaði við meg, aftur, og vakti meg, sum táið ein verður vaktur upp úr svøvni.
2 Hann segði við meg: "Hvat sært tú?" Eg svaraði: "Eg síggi ljósastaka, ið er av gulli, allur sum hann er; oman á honum er oljuskál, og hann hevur sjey lampur og sjey rør til lampurnar.
3 Hjá honum standa tvey oljutrø, annað høgrumegin oljuskálina, og annað vinstrumegin."
4 Tá tók eg til orða og spurdi eingilin, ið talaði við meg: "Hvat er hetta, harri?"
5 Eingilin, ið talaði við meg, svaraði: "Veitst tú ikki, hvat hetta er?" Eg segði: "Nei, harri!"
6 Hann tók nú til orða og segði við meg: "Hetta eru orð HARRANS til Zerubbabel: Ikki við styrki og ikki við kraft, men við Anda Mínum - sigur HARRIN Gud herskaranna.
7 Hvør ert tú, stóra fjall, ið reisir teg móti Zerubbabel! Tú skalt verða til slætta! Og hann skal fara eftir ovasta steininum, meðan fagnaðarróp hoyrast: "Náði, náði veri við honum!""
8 Framvegis kom orð HARRANS til mín; Hann segði:
9 "Hendur Zerubbabels hava lagt grundina til hetta hús, og hendur hansara skulu fullføra tað; og tú skalt sanna, at HARRIN Gud herskaranna hevur sent meg til tykkara.
10 Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum! - Við gleði síggja hini sjey blýloddið í hond Zerubbabels - hesi eygu HARRANS, ið hyggja yvir alla jørðina."
11 Nú tók eg til orða og spurdi hann: "Hvat eru hesi bæði oljutrøini, høgrumegin og vinstrumegin ljósastakan?"
12 Uppaftur tók eg til orða og spurdi hann: "Hvat eru oljugreinarnar báðar, sum eru tætt við gullpípurnar báðar, ið lata hina gyltu oljuna streyma úr sær?"
13 Tá segði hann við meg: "Veitst tú ikki, hvat tær eru?" Eg svaraði: "Nei harri!"
14 Tá segði hann: "Tað eru hinir oljusalvaðu báðir, ið standa hjá Harranum yvir allari jørðini."