Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Hoseas
Kapittul 11
12345678910 11121314
1 Táið Ísrael var ungur, var hann Mær kærur, og úr Egyptalandi kallaði Eg son Mín.
2 Men tess meir ið rópt er eftir teimum, tess longur burtur eru tey farin; tey ofra til Ba’alarnar og brenna roykilsi fyri hinum útskornu myndunum.
3 Og tó var tað Eg, ið lærdi Efra’im at ganga og tók tey á armarnar; men tey dugdu ikki at skilja, at Eg grøddi tey.
4 Við menniskjabondum dró Eg tey, við kærleikstogum; Eg var teimum sum tann, ið lyftir upp okinum á kjálkanum, og Eg gav honum føði.
5 Hann skal ikki fara aftur til Egyptalands, nei, Assur skal vera kongur hansara - tí tey vildu ikki venda við!
6 Svørðið skal leika í býum hansara, bróta sláir hansara og eta um seg - aftur fyri óndu ráð teirra!
7 Tí fólk Mítt vil ikki geva uppat við fráfalli sínum frá Mær, og biður onkur tey venda sær móti hæddini, er ikki ein, sum lyftir eyganum uppeftir.
8 Hvussu kann Eg heilt sleppa tær, Efra’im, lata teg fara, Ísrael! Hvussu kann Eg geva teg upp sum Adma, gera við teg sum við Zebojim! Hjartað vendir sær í Mær, og Mær tykist so synd í tær sum nakrantíð!
9 Eg lati teg ikki kenna alla brennandi vreiði Mína, Eg oyði ikki uppaftur Efra’im; tí Eg eri Gud og ikki menniskja, hin Heilagi mitt í tær - Eg komi ikki við gløðandi vreiði!
10 HARRAN skulu tey halda seg til, Hann skal brøla sum leyva, ja, Hann skal brøla, og skelvandi skulu børn Hansara koma frá havinum;
11 skelvandi sum fuglar skulu tey koma úr Egyptalandi, sum dúvur úr Assurslandi, og Eg skal lata tey búgva í húsum teirra - sigur HARRIN.