Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Hoseas
Kapittul 5
1234 567891011121314
1 Hoyrið hetta, tit prestar, lurta eftir, tú hús Ísraels, og tú kongahús, vend oyranum til! Tí yvir tykkum er tað, dómurin er, tit, ið hava verið snerra á Mizpa og útbreitt net á Tabor.
2 Mitt í ofring síni eru teir soknir djúpari og djúpari - men Eg skal tykta teir allar!
3 Eg kenni Efra’im, og Ísrael er ikki loynt fyri Mær. Nú hevur tú drivið hor, Efra’im! Ísrael er vorðið óreint!
4 Verk teirra loyva teimum ikki at venda við til Gud teirra; tí trúloysisandi býr í brósti teirra, og tey kenna ikki HARRAN.
5 Hugmóð Ísraels skal vitna móti tí beint í eyguni, og fall skal koma á Ísrael og Efra’im aftur fyri misbrot teirra; saman við teimum skal eisini Juda falla.
6 Við seyði og neytum sínum skulu tey fara at søkja HARRAN, men ikki finna Hann, tí Hann hevur sagt Seg leysan frá teimum.
7 Trúleyst hava tey borið seg at móti HARRANUM, tí óskilgitin børn hava tey átt; nú skal sólkomudagurin oyða bæði tey og allar ognir teirra.
8 Blásið í lúður í Gibea, í horn í Rama! Blásið harðblástur í Bet-Aven! Fíggindin er í hølum tínum, Benjamin!
9 Efra’im skal verða til oyðimørk revsingardagin; millum ættir Ísraels havi Eg kunngjørt tað, ið víst er.
10 Høvdingar Juda eru vorðnir sum teir, ið flyta markaskjal; yvir teir skal Eg úthella vreiði Mína sum vatn.
11 Efra’im verður kúgaður, soraður sundur við dómi - tí hann tók sær fyri at ganga eftir menniskjaboðum.
12 Eg eri Efra’im sum mølur og húsi Juda sum rot í beinunum.
13 Táið Efra’im sá sjúku sína, og Juda sár sítt, fór Efra’im til Assur og sendi boð til Jareb kong. - Men hann skal ikki vera mentur at grøða tykkum, og sár tykkara skal ikki batna aftur!
14 Tí Eg eri sum leyva móti Efra’im, sum ungleyva móti húsi Juda; sjálvur skræði Eg sundur og fari avstað; Eg beri burtur ránið, og eingin frelsir.
15 Eg skal fara leið Mína, fara aftur til stað Mítt, inntil tey ganga við, at tey eru sek, og søkja ásjón Mína; í neyð síni skulu tey leita eftir Mær!