Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Hoseas
Kapittul 1
1234567891011121314
1 Orð HARRANS, ið kom til Hoseas, son Be’eri, á døgum Uzziasar, Jótams, Akazar og Ezekiasar, judakonga, og á døgum Jeroboams, sonar Jóasar, ísraelskongs.
2 Táið HARRIN byrjaði at tala við Hoseas, segði HARRIN við hann: "Far og fá tær horkonu og horubørn! Tí landið drívur hor og hevur vent sær frá HARRANUM."
3 Hann fór tá og giftist við Gomer, dóttur Diblajim; og hon varð við barn og átti honum son.
4 HARRIN segði við hann: "Lat hann eita Jizre’el! Tí áðrenn langt umlíður, skal Eg straffa hús Jehu fyri blóðskyld Jizre’els og gera enda á kongadømi Ísraels húss;
5 og tann dag skal Eg bróta sundur boga Ísraels í Jizre’elsdali."
6 Aftur varð hon við barn og átti dóttur. Hann segði við hann: "Lat hana eita Lo-Ruhama! Tí Eg vísi ikki longur húsi Ísraels miskunn, so Eg skuldi fyrigivið teimum.
7 Men húsi Juda skal Eg vísa miskunn, og Eg skal frelsa tey við HARRANUM Gudi teirra; ikki við boga, svørði ella bardøgum frelsi Eg tey, ei heldur við hestum og hestmonnum."
8 Táið hon so hevði lagt Lo-Ruhama av brósti, varð hon uppaftur við barn og átti son.
9 Tá segði Hann: "Lat hann eita Lo-Ammi! Tí tit eru ikki fólk Mítt, og Eg vil ikki hoyra tykkum til."
10 Men tal Ísraelsmanna skal verða sum sandur havsins, ið ikki stendur til at mála ella telja. Og á tí staði har sagt varð við tey: "Tit eru ikki fólk Mítt!" skal verða sagt við tey: "Børn hins livandi Guds!"
11 Judamenn og Ísraelsmenn skulu taka seg saman og seta høvdinga yvir seg og fara avstað úr landinum - tí stórur er dagur Jizre’els!