Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Hoseas
Kapittul 3
12 34567891011121314
1 HARRIN segði við meg: "Far uppaftur og elska kvinnu, ið er elskað av vini sínum og kortini drívur hor - eins og HARRIN elskar Ísraelsmenn, men teir venda sær til aðrar gudar og elska rosinukøkur!"
2 Eg keypti mær hana so fyri fimtan seklar av silvuri og homer og letek av byggi.
3 Og eg segði við hana: "Leingi skalt tú sleppa at sita eina - uttan at dríva hor og uttan at hava við nakran mann at gera; eisini eg skal vera so við teg."
4 - Tí leingi skulu Ísraelsmenn sita við ongum kongi og ongum høvdinga, við ongum ofri og ongum merkissteini, við ongum lívkyrtli og ongum húsgudum.
5 So skulu Ísraelsmenn venda við og leita til HARRAN Gud sín og Dávid, kong sín; skelvandi skulu teir á síðstu døgum søkja HARRAN og signingar Hansara.