Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Hoseas
Kapittul 4
123 4567891011121314
1 Hoyrið orð HARRANS, tit Ísraelsmenn! Tí HARRIN hevur søk við tey, sum í landinum búgva; tí eingin sannleiki, eingin kærleiki og eingin kunnskapur um Gud er í landinum.
2 Tey svørja, lúgva, myrða, stjala, horast og bróta inn í húsini, og blóð verður úthelt samt og javnt.
3 Tí liggur landið í sorg, og alt, ið har býr, viknar burtur - dýrini á markini og fuglar himmalsins; ja, um tað so eru fiskarnir í sjónum, svinna teir burtur.
4 Tó má eingin hava at nøkrum, og eingin revsa; tí fólk títt er líkt teimum, ið træta við prest.
5 Fall skal koma á teg um dagin, og profeturin skal falla um náttina saman við tær, og Eg skal gera enda á móður tíni.
6 Fólk Mítt gongur til grundar, tí tað hevur ikki kunnskap; aftur fyri at tú hevur vrakað kunnskapin, vraki Eg teg - tú skalt ikki tæna Mær sum prestur; tú gloymdi lóg Guds tíns, tí skal Eg eisini gloyma børn tíni.
7 Tess fleiri tey vórðu, tess meiri tey syndaðu móti Mær - æru teirra skal Eg venda í skomm!
8 Av synd fólks Míns liva teir; teir tráa eftir misgerð teirra.
9 Tí skal gangast prestinum sum fólkinum, og Eg skal heimsøkja hann fyri atburð hansara og løna honum verk hansara aftur.
10 Teir skulu eta, men ikki verða mettir; teir skulu horast, men ikki vaksa í tali - tí teir eru givnir uppat at halda seg til HARRAN.
11 - Hor, vín og vínberjaløgur taka vitið burtur.
12 Fólk Mítt spyr træsprek sítt til ráðs, puttur tess gevur tí svar - tí trúloysisandi hevur vilt tey av leið, so tey dríva hor og vilja ikki standa undir Gudi sínum!
13 Uppi á fjallatindunum ofra tey, og uppi á heyggjunum brenna tey roykilsi, undir eikum, øspum og terebintum - tí skuggin har er góður! - Tí verða døtur tykkara skøkjur, tí eru sonarkonur tykkara sekar í hjúnabandsbroti.
14 Eg heimsøki ikki døtur tykkara fyri, at tær eru skøkjur, ei heldur sonarkonur tykkara fyri, at tær bróta hjúnaband - teir fara jú sjálvir avsíðis við horum, ofra saman við skøkjum! Soleiðis gongur tað til grundar, fólkið, ið einki skilir.
15 Um nú so er, at tú, Ísrael, drívur hor, má Juda kortini ikki draga skyld oman yvir seg! Farið ikki til Gilgal, gangið ikki niðan til Bet-Aven! - Og svørjið ikki: "So satt sum HARRIN livir!"
16 Tí Ísrael er sum ólátað kúgv - skal HARRIN tá lata tey liggja sum lomb og eta, sum tey vilja?
17 Efra’im er bundin til avgudamyndir - lat hann fara!
18 Tað er ikki við máta, sum teir drekka; hor hava skjøldir teirra drivið; nógv hava teir elskað tað, ið skammiligt er.
19 - Men stormur skal grípa teir við veingjum sínum, og teir skulu verða til skammar við ofrum sínum!