Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Hoseas
Kapittul 10
123456789 1011121314
1 Ísrael var víntræ, ið vaks væl, og sum bar ávøkst; tess meiri ávøkst hann bar, tess fleiri altar reisti hann; tess betur landi hansara gekst, tess vakrari merkissteinar gjørdi hann sær.
2 Hjarta teirra var falskt - nú skulu tey bøta; Hann skal bróta niður altar teirra og forkoma merkissteinum teirra.
3 Ja, nú skulu tey siga: "Vit hava ongan kong; tí HARRAN hava vit ikki óttast, og kongur, hvat kann hann gera fyri okkum!"
4 Tey hava talað tóm orð, svorið rangt, gjørt sáttmála - og rætturin sprettur upp, sum eitururtir úr foyrum akursins!
5 Um kálv Bet-Avens eru tey í angist, sum í Samaria búgva; ja, fólk hansara syrgir um hann, og avgudaprestar hansara skelva um hann, um dýrd hansara, tí hon er flutt burtur frá teimum.
6 Eisini hann skal verða fluttur til Assur, sum gáva til Jareb kong; skomm skal Efra’im heysta, og Ísrael skal skammast yvir ráð sítt.
7 Kongur Samaria skal hvørva sum træflís oman á vatninum.
8 Og offurheyggjarnir í Aven - synd Ísraels - skulu verða lagdir í oyði; tornir og tistlar skulu vaksa upp á altarum teirra, og tey skulu siga við fjøllini: "Fjalið okkum!" og við heyggjarnar: "Fallið yvir okkum!"
9 Líka frá døgum Gibea hevur tú syndað, Ísrael! Har eru tey vorðin standandi, og bardagin móti illgerðarmonnum Gibea hevur ikki nátt tey.
10 Eg skal tykta tey, sum Meg lystir, og fólkasløg skulu savnast ímóti teimum, táið Eg bindi tey við bæði misbrot teirra.
11 Efra’im er vand kvíga, sum fegin vil treskja; men Eg leggi ok á vakra háls hennara; Eg skal seta Efra’im fyri plógvið, Juda skal pløga, Jákup skal harva.
12 Sáið tykkum sáð í rættvísi, fáið tykkum heyst eftir boði kærleikans, takið tykkum nýtt land at arbeiða! Tí nú er tíð at søkja HARRAN, inntil Hann kemur og letur regna rættvísi niður yvir tykkum.
13 Tit hava pløgt gudloysi, tit hava heystað órætt, tit hava etið ávøkst av lygnini - tí tú hevur sett álit títt á atburð tín og hinar nógvu kappar tínar!
14 Tí skal gnýggj av bardaga hoyrast í ættum tínum, og øll verndarvirki tíni skulu verða oydd, eins og Salman oyddi Bet-Arbel ófriðardagin, táið bæði møður og børn vórðu sorað sundur.
15 Slíkt skal Betel volda tykkum fyri stóra óndskap tykkara; táið lýsir av degi, er úti, so heilt úti, við kongi Ísraels.