Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Hoseas
Kapittul 13
123456789101112 1314
1 Táið Efra’im talaði, ræddust øll; hann var høvdingi í Ísrael; men so dró hann skyld oman yvir seg við at dýrka Ba’al - og doyði.
2 Og nú halda tey á at synda og gera sær stoyptar myndir av silvuri sínum, avgudar, eftir sum tey sjálv hugsa sær upp - alt samalt verk listarsmiða! Slíkar biðja tey til! Menniskju, sum ofra, kyssa kálvar!
3 Tey skulu tí verða sum morgunskýggj, sum døggin, ið tíðliga svinnur burt, sum dumba, ið fyri vindinum fýkur av treskiplássinum, og sum roykur úr ljóara.
4 Men Eg eri HARRIN Gud tín úr Egyptalandi, og annan gud enn Meg kennir tú ikki; annar frelsari finst ikki.
5 Tað var Eg, sum sá tær til góða í oyðimørkini, í hinum glóðheita landi.
6 Av tí at beiti teirra var gott, vórðu tey mett; og táið tey vórðu mett, varð hjarta teirra stolt, og so gloymdu tey Meg.
7 Tá varð Eg teimum sum leyva; sum leopardur lúri Eg við vegin;
8 Eg leypi á tey sum bjørn, ið ungarnir eru tiknir frá, og skræði sundur bróst teirra; Eg gloypi teimum sum honleyva; hini villu dýrini á markini skulu slíta tey sundur.
9 Tað er tað, ið forkemur tær, Ísrael, at tú ert ímóti Mær, Mær, sum eri hjálp tín!
10 Hvar er tá kongur tín! - Lat hann frelsa teg í øllum býum tínum! - Og dómarar tínir, sum tú segði um: "Gev mær kong og høvdingar!"
11 Eg gevi tær kong í vreiði Míni og taki hann burtur aftur í bræði Míni.
12 Samanbundið er misbrot Efra’ims, synd hansara er goymd.
13 Verkir skulu koma á hann sum á barnakonu. Hann er óvísur sonur; táið stundin er, kemur hann ikki fram í burðarliðin.
14 Úr valdi deyðaríkisins skal Eg frelsa tey, úr deyðanum skal Eg loysa tey út. Deyði, hvar er pestur tín! Deyðaríki, hvar er sótt tín! - Angur er loyndur fyri eygum Mínum.
15 Tí hann ber ávøkst, har hann stendur millum brøður sínar. - Men eystanstormur kemur, veður HARRANS, sum stígur upp í oyðimørkini, og brunnur hansara verður tómur, kelda hansara tornar upp; hann rænir allan skattin, alt, ið dýrabart er.