Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Hoseas
Kapittul 14
12345678910111213 14
1 Samaria skal bøta fyri, at tað hevur sett seg upp ímóti Gudi sínum; fyri svørði skulu tey falla; smábørn teirra skulu verða sorað sundur, og kvinnurnar, ið eru við barn, skulu verða kruvdar.
2 Vend við Ísrael, til HARRAN Gud tín! Tí tú ert fallið við misbroti tínum.
3 Takið orð við tykkum og vendið við til HARRAN! Sigið við Hann: "Fyrigev alla misgerð, ver náðigur, so skulu vit gjalda Tær við ávøksti varra okkara!
4 Assur skal ikki hjálpa okkum, á hestum skulu vit ikki ríða, og vit skulu ikki uppaftur siga við handaverk okkara: "Gud okkara!" Tí hjá Tær er tað, hin faðirleysi finnur miskunn!"
5 - Eg skal grøða fráfall teirra, Eg skal elska tey av fríum huga; tí vreiði Mín hevur vent sær frá teimum.
6 Eg skal vera Ísrael sum døggin; hann skal blóma sum liljan, og hann skal skjóta røtur sum skógur Libanons.
7 Kvistar hansara skulu breiða seg víða um; hann skal vera sum oljutræ í vakurleika og anga sum Libanon.
8 Tey, sum sita í skugga hansara, skulu aftur heysta korn og blóma sum víntræið; minnið um hann skal vera sum vín Libanons.
9 Efra’im! Hvat havi Eg longur við avgudar at gera! - Eg skal bønhoyra hann og venda Mær til hansara; Eg eri sum grønt sypristræ; síggjast skal, at ávøkstur tín kemur frá Mær.
10 Hvør er vísur, so hann dugir at skilja hetta, vitigur, so hann leggur sær tað á hjarta? Tí vegir HARRANS eru rættir, og hini rættvísu ganga á teimum, men brotsmenn snáva á teimum.