Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Nehemias
Kapittul 7
123456 78910111213
1 Táið múrurin var komin at standa, setti eg hurðarnar í, og duravaktararnir, sangararnir og Levitarnir vórðu settir til arbeiði sítt.
2 Eg setti yvir Jerúsalem Hanani, bróður mín, og saman við honum Hananja, høvuðsmann borgarinnar; tí hann var álítandi og gudóttandi maður sum fáir.
3 Eg segði við teir: "Portur Jerúsalems skulu ikki latast upp, fyrrenn sólin er høgt á luftini; og meðan teir enn standa har, skulu hurðarnar latast aftur og læsast. Og tit skulu seta vakt - menn, sum búgva í Jerúsalem - hvønn á vaktarstað sítt og hvønn uttan fyri hús sítt."
4 Býurin var víður um og stórur; men lítið av fólki búði í honum, og nýggj hús vóru eingi bygd.
5 Tá skeyt Gud mín mær inn at savna saman teir stóru, yvirmenninar og fólkið til at lata teir skriva á ættarlistar. Og tá fann eg ættarbókina, sum teir stóðu í, sum fyrstir vóru farnir heim; har fann eg skrivað:
6 Hetta eru menninir úr landspartinum, sum fóru heim úr útlegdini í hinum fremmanda landi; Nebukadnezar bábelskongur hevði flutt teir burtur, men nú fóru teir aftur til Jerúsalem og Juda, hvør til bý sín;
7 teir komu í fylgi við Zerubbabel, Josva, Nehemiasi, Azarja, Ra’amja, Nahamani, Mordokai, Bilsan, Misperet, Bigvai, Nehum og Ba’ana. Tal mannanna av Ísraelsfólki var:
8 Eftirkomarar Paros: 2172;
9 eftirkomarar Sefatja: 372;
10 eftirkomarar Ara; 652;
11 eftirkomarar Pahat-Móabs - eftirkomarar Josva og Jóabs -: 2818;
12 eftirkomarar Elams: 1254;
13 eftirkomarar Zattu: 845;
14 eftirkomarar Zakkai: 760;
15 eftirkomarar Binnui: 648;
16 eftirkomarar Bebai: 628;
17 eftirkomarar Azgads: 2322;
18 eftirkomarar Adonikams: 667;
19 eftirkomarar Bigvai: 2067;
20 eftirkomarar Adins: 655;
21 eftirkomarar Aters - frá Ezekiasi -: 98;
22 eftirkomarar Hasums: 328;
23 eftirkomarar Bezai: 324;
24 eftirkomarar Harifs: 112;
25 ættaðir úr Gibeon: 95;
26 ættaðir úr Betlehem og Netofa: 188;
27 menn úr Anatot: 128;
28 menn úr Bet-Azmavet: 42;
29 menn úr Kirjat-Jearim, Kefira og Be’erot: 743;
30 menn úr Rama og Geba: 621;
31 menn úr Mikmas: 122;
32 menn úr Betel og Ai: 123;
33 menn úr hinum Nebo: 52;
34 eftirkomarar hins Elams: 1254;
35 eftirkomarar Harims: 320;
36 ættaðir úr Jeriko: 345;
37 ættaðir úr Lod, Hadid og Ono: 721;
38 ættaðir úr Sena’a: 3930.
39 Prestarnir vóru: Eftirkomarar Jedaja - av ætt Josva -: 973;
40 eftirkomarar Immers: 1052;
41 eftirkomarar Pashurs: 1247;
42 eftirkomarar Harims: 1017.
43 Levitarnir vóru: Eftirkomarar Josva - av ætt Kadmiels, av eftirkomarum Hodeva -: 74.
44 Sangararnir vóru: Eftirkomarar Asafs: 148.
45 Duravaktararnir vóru: Eftirkomarar Sallums, Aters, Talmons, Akkubs, Hatita og Sobai: 138.
46 Tempultænararnir vóru: Eftirkomarar Ziha, Hasufa, Tabbaots,
47 Keros, Sia, Padons,
48 Lebana, Hagaba, Salmai,
49 Hanans, Giddels, Gahars,
50 Reaja, Rezins, Nekoda,
51 Gazzams, Uzza, Pasea,
52 Besai, Me’unita, Nefusita,
53 Bakbuks, Hakufa, Harhurs,
54 Bazluts, Mehida, Harsa,
55 Barkos, Sisera, Tama,
56 Nezia og Hatifa.
57 Eftirkomarar tænara Sálomos vóru: Eftirkomarar Sotai, Soferets, Perida,
58 Ja’ala, Darkons, Giddels,
59 Sefatja, Hattils, Pokeret-Hazzebajims og Amons.
60 Tempultænararnir og eftirkomarar tænara Sálomos vóru tilsamans 392.
61 Hesir vóru teir, ið fóru heim úr Tel-Mela, Tel-Harsa, Kerub, Addon og Immer, men sum ikki vóru førir fyri at greiða frá ætt síni og uppruna sínum - um teir vóru av Ísrael -:
62 Eftirkomarar Delaja, Tobiasar og Nekoda: 642.
63 Og av prestunum: Eftirkomarar Habaja, Hakkoz og Barzillai - hann, sum hevði tikið dóttur Barzillai Gileadit til konu og var uppkallaður eftir teimum.
64 Hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir stongdir úti frá prestadøminum;
65 og landstjórin segði við teir, at teir máttu ikki eta av hinum háheilaga, fyrrenn prestur við urim og tummim var komin.
66 Øll samkoman var tilsamans 42 360,
67 umframt tænarar og arbeiðskonur teirra - sum vóru 7337; teir høvdu eisini 245 sangarar og sangarinnur.
68 Hestar teirra vóru 736, múldýrini 245,
69 kamelarnir 435 og eslini 6720.
70 Summir ættarhøvdingarnir lótu gávur til arbeiðið. Landstjórin gav til kassan 1000 darikar í gulli, harumframt 50 skálir og 530 prestakyrtlar.
71 Og summir ættarhøvdingarnir góvu til arbeiðskassan: 20 000 darikar í gulli og 2200 minur í silvuri.
72 Og tað, ið hitt fólkið gav, var 20 000 darikar í gulli, 2000 minur í silvuri og 67 prestakyrtlar.
73 Bæði prestarnir, Levitarnir, duravaktararnir, sangararnir, nakað av fólkinum, tempultænararnir og annars alt Ísrael búsettist í býum sínum. Táið sjeyndi mánaður kom, búðu Ísraelsmenn í býum sínum.