Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Nehemias
Kapittul 9
12345678 910111213
1 Tann fjórða og tjúgunda í sama mánaði savnaðust Ísraelsmenn og hildu føstu í syrgibúna og við mold á høvdinum.
2 Tey, ið vóru av ætt Ísraels, skiltu seg frá øllum útlendingum og stigu so fram og játtaðu syndir sínar og misgerðir fedra sína.
3 Síðani vórðu tey standandi, har sum tey vóru, og lisið varð fyri teimum úr lógbók HARRANS Guds teirra fjórðingin av deginum; annan fjórðingin av deginum játtaðu tey syndir sínar og tilbóðu HARRAN Gud sín.
4 Á levitapallinum stóðu Josva, Bani, Kadmiel, Sebanja, Bunni, Serebja, Bani og Kenani og róptu hart til HARRAN Gud sín.
5 Og Levitarnir Josva, Kadmiel, Bani, Hasabneja, Serebja, Hodia, Sebanja og Petaja søgdu: "Reisið tykkum og lovið HARRANUM Gudi tykkara frá ævi til ævi! Ja, lovað veri dýra navn Títt, sum er hægri enn alt lov og prís!
6 Eina Tú ert HARRIN; Tú hevur skapt Himlarnar og Himlar Himlanna og allan her teirra, jørðina og alt, ið henni er á, høvini og alt, sum teimum er í; Tú gevur tí øllum lív, og herur Himmalsins tilbiður Teg.
7 Tað var Tú, HARRI Gud, ið útvaldi Ábram, leiddi hann út úr Ur í Kaldea og gavst honum navnið Ábraham.
8 Tú fanst hjarta hansara fast í trúnni fyri ásjón Tíni, og Tú gjørdi tann sáttmála við hann, at Tú skuldi geva avkomi hansara land Kána’anita, Hetita, Amorita, Perizita, Jebusita og Girgasita; og Tú heltst orð, tí Tú ert rættvísur.
9 Tú sást, hvussu neyðstaddir fedrar okkara vóru í Egyptalandi, og Tú hoyrdi róp teirra við Reyðahav;
10 Tú gjørdi tekin og undur á Farao, á allar tænarar hansara og alt fólkið í landi hansara; tí Tú vitsti, at teir høvdu borið seg hugmóðiga at við teir. Soleiðis vanst Tú Tær stórt navn - sum er tað sama enn í dag.
11 Tú kleyvst havið fyri teimum, og tey fóru á turrum mitt ígjøgnum havið; men teimum, ið eltu teir, stoytti Tú í djúpið, so teir sukku sum steinar í veldigum vøtnum.
12 Tú leiddi tey í skýstólpa um dagin og í eldstólpa um náttina, til at lýsa teimum á leiðini, ið tey skuldu ganga.
13 Tú komst niður á Sinaifjall og talaði við tey av himli; Tú gavst teimum rættvís lógboð og álítandi lógir, góðar fyriskipanir og góð boð.
14 Tú kunngjørdi teimum heilaga sabbat Tín; Tú gavst teimum - við tænara Tínum Mósesi - boð, fyriskipanir og lógir.
15 Tú gavst teimum breyð av himli, táið tey hungraðu, og lætst vatn koma út úr klettinum til teirra, táið tey tystu. Og Tú segði við teir, at teir skuldu fara inn og taka í ogn landið, sum Tú við upplyftari hond hevði svorið at geva teimum.
16 Men teir - fedrar okkara - vóru hugmóðigir og harðvunnir og lurtaðu ikki eftir boðum Tínum.
17 Teir vildu ikki akta og mintust ikki undrini, ið Tú hevði gjørt fyri teir; teir vóru harðvunnir og valdu sær høvdinga og ætlaðu í treiskni sínum at fara aftur í trældóm sín. Men Tú ert Gud, sum fyrigevur - náðigur, miskunnsamur, langmóðigur og ríkur í mildleika; Tú vendi teimum ikki bakið.
18 Nei, tóat teir gjørdu sær stoyptan kálv og søgdu: "Hetta er gudur tín, hann, sum leiddi teg út av Egyptalandi!" og tóat teir spottaðu Teg so ræðuliga,
19 vendi Tú teimum kortini ikki bakið í oyðimørkini - Tú ert miskunnsamari enn so! - Skýstólpin veik ikki frá teimum um dagin, men leiddi tey á ferðini, og líka lítið veik eldstólpin frá teimum um náttina, nei, hann lýsti teimum á leiðini, ið tey skuldu ganga.
20 Tú gavst teimum góða Anda Tín at læra tey; Tú sýtti ikki munni teirra manna Títt, og Tú gavst teimum vatn, táið tey tystu.
21 40 ár í oyðimørkini gavst Tú teimum tað, ið teimum tørvaði; teimum fattaðist einki, klæði teirra slitust ikki út, og føtur teirra hovnaðu ikki.
22 Tú gavst teimum ríki og fólk, sum Tú skifti út til teirra - allastaðni; teir tóku í ogn landið, sum Sihon kongur í Hesbon átti, og landið, sum Og kongur í Basan átti.
23 Tú lætst avkom teirra verða so nógv í tali sum stjørnurnar á himli, og Tú leiddi teir inn í landið, sum Tú hevði lovað fedrum teirra, at teir skuldu koma inn í og taka í ogn.
24 - Børnini komu tá nú og tóku landið í ogn; Tú lætst teir, sum í landinum búðu, Kána’anitar, lúta fyri teimum og gavst teir í hond teirra, bæði kongarnar og fólkini har í landinum, so teir fingu gjørt við tey, sum teir vildu.
25 Teir tóku víggirdar staðir og løgdu undir seg fruktbara jørð; teir tóku í ogn hús, sum vóru full av alskyns góðum, og mongd av úthøgdum brunnum, víngørðum, oljutrøum og frukttrøum. - Og teir ótu seg mettar og vórðu feitir og gjørdu sær til góða av stóra ríkidømi Tínum.
26 Men teir vórðu treiskir og settu seg upp ímóti Tær, kastaðu lóg Tína aftur um bak og drópu profetar Tínar, sum vitnaðu fyri teimum og royndu at leiða teir aftur til Tín; teir spottaðu Teg ræðuliga.
27 Tá gavst Tú tey í hendur fígginda teirra, og teir fóru illa við teimum; men táið tey so í neyðini róptu til Tín, hoyrdi Tú tað í Himli, og í stóru miskunn Tíni sendi Tú teimum hjálparmenn, sum fríaðu tey undan hondum fígginda teirra.
28 Men táið tey so fingu frið, gjørdu tey uppaftur tað, sum ónt var í eygum Tínum; tá gavst Tú tey í hendur fígginda teirra, so teir vóru harrar yvir teimum. Men táið tey nú uppaftur róptu til Tín, hoyrdi Tú tað í Himli og bjargaði teimum í miskunn Tíni ferð eftir ferð.
29 Tú vitnaði fyri teimum og royndi at venda teimum aftur til lóg Tína; men tey vóru hugmóðig og lurtaðu ikki eftir boðum Tínum, tey syndaðu móti lógum Tínum - sum tó halda tí menniskja á lívi, sum ger eftir teimum; í treiskni sínum settu tey økslina ímóti; tey vóru harðvunnin og vildu ikki akta.
30 Mong ár umbart Tú tey og vitnaði fyri teimum við Anda Tínum gjøgnum profetar Tínar; men tey vildu ikki lurta eftir, og so gavst Tú tey í hendur fremmandra tjóða.
31 Men í stóru miskunn Tíni gjørdi Tú ikki heilt enda á teimum og vendi teimum ikki bakið; tí Tú ert náðigur og miskunnsamur Gud.
32 Og nú, Gud okkara, Tú stóri, veldigi og øgiligi Gud, Tú, sum heldur sáttmála Tín og støðugt ert náðigur - lat tað ikki hava lítið at týða í eygum Tínum, alt hetta illa, ið komið er yvir okkum, kongar okkara, høvdingar, prestar og profetar okkara, fedrar okkara og alt fólk Títt, frá døgum assýriakonga og líka til henda dag!
33 Tú stendur rættvísur í øllum, sum yvir okkum er komið; tí Tú hevur víst trúfesti, men vit hava verið ógudlig!
34 Kongar okkara, høvdingar og prestar okkara og fedrar okkara hava ikki gjørt eftir lóg Tíni; teir hava ikki lurtað eftir boðum Tínum og vitnisburðunum, ið Tú hevur latið koma til teirra.
35 Táið teir sótu í sínum egna ríki, og Tú hevði givið teimum so nógv gott og latið tey fingið hetta víða og fruktbara land, tæntu tey Tær ikki og vendu ikki við frá óndu gerðum sínum.
36 Hygg - í dag eru vit trælir, vit eru trælir í landinum, sum Tú gavst fedrum okkara, so teir skuldu njóta ávøkst og ríkidømi landsins!
37 Og ríku grøði sína gevur tað kongunum, ið Tú setti yvir okkum aftur fyri syndir okkara; teir gera, sum teir vilja, bæði við likam okkara og fæ okkara. Vit eru í stórari neyð!"
38 Hetta alt fekk okkum at gera óvikiligan sáttmála, sum vit skrivaðu upp; hetta skjalið - sum varð innsiglað - var undirskrivað av høvdingum, Levitum og prestum okkara.