Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Nehemias
Kapittul 6
12345 678910111213
1 Táið nú Sanballat, Tobias, Gesem Arabari og hinir fíggindar okkara frættu, at eg hevði fingið múrin upp at standa, og at eingi lið vóru á honum longur - tó hevði eg tá ikki enn sett hurðar í portrini -
2 sendu Sanballat og Gesem mær boð og lótu siga: "Kom, lat okkum koma saman í onkrari bygd í Onodali!" - Men teir høvdu ilt í huga móti mær.
3 Tí sendi eg teimum boð og læt siga: "Eg takist við stórt arbeiði og kann tí ikki koma hagar; skal arbeiðið liggja á láni, tí eg gangi frá tí og komi hagar til tykkara!"
4 Fýra ferðir sendu teir mær somu boð, og hvørja ferð gav eg teimum sama svar.
5 Tá sendi Sanballat fimtu ferð tænara sín til mín við somu boðum, og hann hevði opið bræv við sær.
6 Í tí stóð: "Tey tíðindi ganga millum fólkini - og Gasmu sigur tað sama - at tú og Jødarnir ætla at reisa tykkum móti kongi - tí er tað, tú laðar upp múrin - og tú skalt vera kongur teirra - siga somu tíðindi.
7 Tú skalt eisini hava fingið tær profetar at rópa út í Jerúsalem um teg, at tú ert kongur í Juda. Hesi tíðindi fer kongur nú at frætta; kom tí og lat okkum samráðast!"
8 Men eg sendi honum boð og læt svara: "Einki er í øllum hasum, ið tú tosar um; hatta er nakað, ið tú sjálvur hevur sett saman!"
9 - Tí teir royndu allir at loypa ræðslu á okkum og hugsaðu, at vit tá skuldu missa mótið og gevast við arbeiðinum, so tað varð ógjørt. Men styrk Tú nú hendur mínar!
10 Táið eg einaferð kom inn hjá Semaja, syni Delaja, son Mehetabel, inn í hús hansara - hann helt seg inni júst tá - segði hann: "Lat okkum saman fara inn í hús Guds, inn í templið, og síðani steingja tempuldyrnar! Tí teir koma og ætla at drepa teg, ja, teir koma í nátt at drepa teg!"
11 Men eg svaraði: "Skal ein maður sum eg flýggja! Og hvussu kann ein maður sum eg fara inn í templið og tó sleppa at liva! - Eg fari ikki inn hagar!"
12 - Tí eg skilti greitt, at tað var ikki Gud, ið hevði sent hann, men at hann spáaði mær hetta, av tí at Tobias og Sanballat høvdu leigað hann til tað.
13 Hann var leigaður at loypa ræðslu á meg, so eg gjørdi, sum hann segði, og misbreyt meg; tá hevði borið teimum til at fingið meg í ringt orð og spilt meg út.
14 Minst Tobiasi og Sanballat handa atburð teirra, Gud mín, og somuleiðis Noadju profetinnu og hinum profetunum, ið royndu at ræða meg!
15 Múrurin var liðugur tann fimta og tjúgunda í elul mánaði; tað hevði tikið 52 dagar.
16 Táið allir fíggindar okkara frættu hetta, og øll fólkini rundan um okkum sóu tað, minkaðu teir nógv í sínum egnu eygum, og teir skiltu, at hetta verk var útint við hjálp Guds okkara.
17 Í hesi tíðini sendu eisini teir stóru í Juda mong brøv til Tobias, og brøv komu aftur til teirra frá Tobiasi.
18 Tí mangir í Juda vóru við eiði bundnir til hansara; hann var jú dótturmaður Sekanja, son Ara, og sonur hansara Jóhanan var giftur við dóttur Mesullam, son Berekja.
19 Teir plagdu eisini at tosa gott um hann fyri mær, og teir bóru honum aftur tað, ið eg segði. Tobias sendi eisini brøv til at ræða meg.