Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Nehemias
Kapittul 1
12345678910111213
1 Frásøgn Nehemiasar, sonar Hakalja. Í kislev mánaði tjúgunda árið - eg var tá í borgini Susan -
2 kom Hanani, ein av brøðrum mínum, úr Juda, hann og nakrir aðrir. Eg spurdi teir tá eftir Jødunum - leivdini, ið heimaftur var komin úr útlegdini - og um Jerúsalem.
3 Teir svaraðu mær: "Tey, sum eftir eru aftan á útlegdina og nú eru har í landspartinum, eru í stórari neyð og vanæru, og múrar Jerúsalems eru niðurbrotnir, og portrini brend upp."
4 Táið eg hevði frætt hesi tíðindi, sat eg og græt og syrgdi fleiri dagar; eg fastaði og bað fyri ásjón Guds Himmalsins.
5 Og eg segði: "Á HARRI Gud Himmalsins, Tú stóri, øgiligi Gud, sum heldur teimum sáttmálan og goymir teimum náði - teimum, ið elska Teg og halda boð Tíni!
6 Lat oyra Títt lurta eftir, og eygu Tíni vera opin, so Tú hoyrir bønina, ið tænari Tín biður - sum eg nú biði fyri ásjón Tíni bæði dag og nátt - fyri tænarum Tínum Ísraelsmonnum! Eg játti syndirnar, ið Ísraelsmenn hava gjørt - sum vit hava gjørt móti Tær; bæði eg og hús faðirs míns hava syndað;
7 vit hava borið okkum illa at móti Tær og ikki hildið boðini, lógirnar og fyriskipanirnar, ið Tú gavst tænara Tínum Mósesi.
8 Minst orðið, ið Tú gavst tænara Tínum Mósesi, táið Tú segði: "Eru tit trúleys, skal Eg spjaða tykkum millum fólkini;
9 men venda tit við til Mín og halda boð Míni og gera eftir teimum, skal Eg, um so hini burtriknu tykkara eru við enda himmalsins, savna tey haðani og lata tey koma til staðið, ið Eg havi útvalt, navni Mínum til bústað"!
10 Tey eru tó tænarar Tínir og fólk Títt, sum Tú hevur loyst út við mikla mátti Tínum og sterku hond Tíni.
11 Á Harri! Lat oyra Títt lurta eftir tí, sum tænari Tín biður - og tænarar Tínir, teir, ið fegin vilja óttast navn Títt - og lat tað eydnast tænara Tínum í dag, lat hann finna náði hjá hesum manni!" - Eg var tá skeinkjari hjá kongi.