| 1 | Jákup, tænari Guds og Harrans Jesu Krists, heilsar hinum tólv ættum í sundurspreiðingini. |
|
| 2 | Brøður mínir! Roknið tað fyri bera gleði, táið tit koma í alskyns freistingar! |
|
| 3 | Tit vita jú, at táið trúgv tykkara verður roynd, virkar tað tol. |
|
| 4 | Og latið tolið leiða til fullkomið verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar á hjá tykkum! |
|
| 5 | Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki - so skal hann verða honum givin! |
|
| 6 | Men hann biði í trúgv, uttan at ivast! Tí tann, ið ivast, er líkur havsbylgju, ið verður rikin og kastað av vindinum. |
|
| 7 | Ikki má tað menniskja hugsa, at tað skal fáa nakað frá Harranum |
|
| 8 | - slíkt tvísint menniskja, vinglut á øllum leiðum sínum. |
|
| 9 | Bróðirin, ið lítið hevur at týða, rósi sær av, hvussu høgur hann er, |
|
| 10 | og hin ríki av, hvussu lítið hann hevur at týða! Tí hann skal verða til einkis sum blóma á grasi. |
|
| 11 | Sólin kemur upp við hita sínum og svíður grasið av, og blóma tess fellur av, og fagurleiki útsjóndar hennara verður til einkis. - Soleiðis skal eisini hin ríki følna á leiðum sínum. |
|
| 12 | Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann. |
|
| 13 | Eingin sigi, táið hann verður freistaður: "Eg verði freistaður av Gudi"! Gud verður ikki freistaður av hinum illa, og Hann freistar heldur ongan. |
|
| 14 | Nei, ein og hvør verður freistaður, táið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd. |
|
| 15 | Síðani, táið girndin er farin at ganga við fostri, føðir hon synd, og táið syndin er fullvaksin, føðir hon deyða. |
|
| 16 | Villist ikki, elskaðu brøður mínir! |
|
| 17 | Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá. |
|
| 18 | Eftir vilja Sínum føddi Hann okkum við sannleiksorði, so vit skuldu vera frumgróður skapninga Hansara. |
|
| 19 | Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði! |
|
| 20 | Tí vreiði mans avrikar ikki tað, sum rætt er fyri Gudi. |
|
| 21 | Leggið tí av alla óreinsku og allan óndskap, sum enn er eftir, og takið við spakføri móti orðinum, sum plantað er í tykkum, og sum er ment at frelsa sálir tykkara! |
|
| 22 | Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess - við tí dára tit tykkum sjálvar! |
|
| 23 | Tí um onkur er hoyrari orðsins og ikki gerari tess, er hann eins og maður, ið hyggur at náttúrliga andliti sínum í spegli. |
|
| 24 | - Hann hyggur at sær sjálvum og fer síðani avstað og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sá út. |
|
| 25 | Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins - og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins - hann skal vera sælur í verki sínum. |
|
| 26 | Um onkur heldur seg dýrka Gud - og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt - gudsdýrkan hansara er til einkis. |
|
| 27 | Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum. |
|
|