1 | Brøður mínir! Ikki mangir av tykkum verði lærarar! Tit vita, at vit skulu fáa tess strangari dóm. |
|
2 | Vit snáva jú allir í mongum. Tann, sum ikki snávar í talu, er fullkomin maður, førur fyri eisini at halda øllum likaminum í teymum. |
|
3 | Táið vit leggja hestunum boksl í munn, fyri at teir skulu akta okkum, so stýra vit eisini øllum likami teirra. |
|
4 | Hyggið eisini skipini! Tóat tey eru so stór og verða rikin av hørðum vindum, verða tey tó av lítlum róðri stýrd, hagar stýrimaðurin vil. |
|
5 | Soleiðis er eisini tungan lítil limur og hevur tó stór orð. Hyggið, lítil eldur - hvussu stóran skóg setur hann ikki eld á! |
|
6 | Og tungan er eldur! Eins og heimur órættvísi situr tungan millum limir okkara; hon dálkar alt likamið og setur eld á hjól lívsins. Og Helviti hevur sett eld á hana sjálva! |
|
7 | Øll náttúra, bæði dýra og fugla, bæði skriðdýra og havdýra, verður tamd og er tamd av náttúru menniskjanna; |
|
8 | men tunguna fær einki menniskja tamt, hetta óstýriliga illa, fult av drepandi eitri! |
|
9 | Við henni signa vit Harran og Faðirin, og við henni banna vit menniskjum, ið eru skapt eftir mynd Guds! |
|
10 | Úr sama munni ganga út signing og bann! Brøður mínir, hetta eigur ikki so at vera! |
|
11 | Gevur keldan úr sama uppspringi søtt vatn og beiskt vatn! |
|
12 | Kann fikutræ, brøður mínir, bera oljuber, ella víntræ fikur! - Líka lítið kann sølt kelda geva søtt vatn. |
|
13 | Hvør er vísur og skilagóður tykkara millum? - Hann vísi við góðum atburði verk síni í spakføri vísdóms! |
|
14 | Men hava tit beiska øvund og hug til stríð í hjørtum tykkara, so rósið tykkum ikki og lúgvið ikki móti sannleikanum! |
|
15 | Hesin "vísdómur" kemur ikki omanfrá, men er av jørðini, av náttúruni, av illum andum. |
|
16 | Tí har øvund er, og hugur til stríð, er óskil og alt, sum ilt er. |
|
17 | Vísdómurin omanfrá er fyrst reinur, síðani friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum ávøkstum, uttan flokkakenslu - og ikki bert eiti. |
|
18 | Og ávøkstur rættvísinnar verður í friði sáaður teimum, sum fáa frið í lag. |
|
|