Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Jákups
Kapittul 5
1234 5
1 Nú, tit ríku! Grátið og gremjið tykkum um vanlukkurnar, ið yvir tykkum koma!
2 Ríkdómur tykkara er rotnaður, og klæði tykkara eru møletin;
3 gull og silvur tykkara rustar burtur, og rustur teirra skal vera til vitnisburð móti tykkum og eta hold tykkara sum eldur - tit hava savnað skattir á síðstu døgum!
4 Løn arbeiðsmannanna, ið hava skorið akrar tykkara, hon, ið tit eru lagstir á - hon rópar, og róp skurðarmannanna eru komin inn fyri oyru Harrans Zebaots.
5 Tit hava livað í sællívi á jørðini og eftir lystum tykkara; tit hava unt hjarta tykkara góðgæti eins og sláturdag.
6 Tit hava dómfelt og dripið hin rættvísa; hann stendur tykkum ikki ímóti.
7 So verið nú tolnir, brøður, inntil Harrin kemur! Bóndin bíðar eftir dýrabara ávøksti jarðarinnar; hann bíðar tolin eftir honum, inntil hann fær heystregn og várregn.
8 - Verið eisini tit tolnir, styrkið hjørtu tykkara, tí koma Harrans er nær!
9 Suffið ikki hvør móti øðrum, brøður, fyri at tit skulu ikki verða dømdir! Dómarin stendur fyri durunum!
10 Brøður! Takið profetarnar, sum talaðu í navni Harrans, til fyridømi í at líða ilt og vera tolnir!
11 Vit prísa jú tey sæl, sum hava hildið út. Tit hava hoyrt um tol Jobs og vita um útgongdina, ið Harrin gjørdi; tí Harrin er sára náðiríkur og miskunnsamur.
12 Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki - hvørki um Himmalin, um jørðina ella nakran annan eið! Ja tykkara veri ja, og nei tykkara nei - fyri at tit skulu ikki falla undir dómin!
13 Líður nakar av tykkum ilt - hann biði! Er nakar glaður - hann syngi lovsong!
14 Er nakar av tykkum sjúkur - hann kalli til sín hinar elstu í samkomuni! Teir skulu biðja yvir honum og salva hann við olju í navni Harrans.
15 Og bønin, biðin í trúgv, skal hjálpa hinum sjúka; Harrin skal reisa hann upp, og hevur hann gjørt syndir, skulu tær verða honum fyrigivnar.
16 Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.
17 Elias var menniskja undir somu korum sum vit. Hann bað, at ikki skuldi regna, og ikki regnaði á jørðini trý ár og seks mánaðir.
18 Aftur bað hann, og himmalin gav regn, og jørðin bar grøði sína.
19 Brøður mínir! Villist onkur av tykkum frá sannleikanum, og ein umvendir hann -
20 hesin skal vita, at tann, ið umvendir syndara frá villu vegar hansara, frelsir sál frá deyðanum og fjalir fjøld synda.