Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Jákups
Kapittul 4
123 45
1 Hvaðani kemur allur ófriðurin, og hvaðani kemur alt stríðið tykkara millum? Koma tey ikki av girndum tykkara, sum berjast í limum tykkara!
2 Tit tráa - og hava ikki; tit drepa og bera øvund - og kunnu ikki fáa; tit liggja í stríði og ófriði. Tit hava ikki, tí tit biðja ikki;
3 tit biðja og fáa ikki, tí tit biðja illa - fyri at spilla tað burtur í lystum tykkara.
4 Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi? Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds.
5 Ella halda tit skriftina tala fáfongt? - Eftir heilum huga tráar Andin, Hann hevur givið bústað í okkum, men tess størri er náðin, Hann gevur!
6 Tí sigur skriftin: "Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði."
7 Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!
8 Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara! Tváið hendurnar, tit syndarar, reinsið hjørtuni, tit tvísintu!
9 Kennið neyð tykkara, syrgið og grátið! Látur tykkara vendist í sorg, og verðið tung í staðin fyri glað!
10 Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, so skal Hann seta tykkum høgt!
11 Baktalið ikki hvør annan, brøður! Tann, ið baktalar bróður sín ella dømir bróður sín, baktalar lógina og dømir lógina. Og dømir tú lógina, so ert tú ikki gerari lógarinnar, men dómari hennara.
12 Ein er lóggevarin og dómarin, Hann, sum er mentur at frelsa og oyða; men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín!
13 Og nú, tit sum siga: "Í dag ella í morgin fara vit til tann ella tann bý og verða har eitt ár, handla og hava vinning!"
14 - tit, sum vita ikki, hvat í morgin fer at henda! Hvat er lív tykkara! Tit eru jú roykur, ið sæst lítla stund og er so burtur.
15 Í tann stað skuldu tit sagt: "Um Harrin vil, og vit liva, skulu vit gera hetta ella hatta!"
16 Men nú rósa tit tykkum í reypi tykkara. Alt slíkt rós er ónt.
17 Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.