1 | Brøður mínir! Trúgv tykkara á Harra okkara Jesus Kristus, hin dýrmæta, fylgist ikki við mannamuni! |
|
2 | Kemur inn á samkomu tykkara maður, við gullringi á fingrinum og í stásiligum klæðum - og eisini fátækur maður kemur inn, í skitnum klæðum - |
|
3 | hyggja tit tá á hann, sum er í hinum stásiligu klæðunum, og siga: "Set tú teg her í gott sæti!" men siga við hin fátæka: "Statt tú har!" ella: "Set teg her niðri við fótaskammul mín!" |
|
4 | - eru tit tá ikki komnir í stríð við tykkum sjálvar og vorðnir dómarar eftir órøttum grundum! |
|
5 | Hoyrið, elskaðu brøður mínir: Hevur ikki Gud útvalt tey, sum eru heiminum fátæk, til at vera rík í trúnni og arvingar ríkisins, ið Hann hevur lovað teimum, sum elska Hann! |
|
6 | Men tit hava vanært hin fátæka! - Eru tað ikki hinir ríku, ið kúga tykkum, og eru tað ikki teir, ið draga tykkum fyri dómstólarnar! |
|
7 | Eru tað ikki teir, ið spotta hitt góða navn, ið tit eru nevndir við! |
|
8 | Vissuliga - uppfylla tit hina kongligu lóg eftir skriftini: "Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan" - so gera tit væl. |
|
9 | Men gera tit mannamun, synda tit og verða av lógini revsaðir sum lógbrótarar. |
|
10 | Tí tann, ið heldur alla lógina, men snávar í einum, er vorðin sekur í øllum. |
|
11 | Hann, sum segði: "Tú mást ikki dríva hor", segði eisini: "Tú mást ikki drepa." - Um tú nú ikki drívur hor, men drepur, ert tú vorðin lógbrótari. |
|
12 | - Talið so og gerið so sum teir, ið skulu verða dømdir eftir lóg frælsisins! |
|
13 | Tí dómurin er honum miskunnarleysur, sum hevur ikki víst miskunn; men miskunn stígur djørv upp móti dóminum. |
|
14 | Hvat hjálpir tað, brøður mínir, um ein sigur, hann hevur trúgv, táið hann hevur ikki verk! Man trúgvin fáa frelst hann! |
|
15 | - Er bróðir ella systir nakin og hevur ikki føði fyri dagin, |
|
16 | hvat hjálpir tað tá, um onkur av tykkum sigur við tey: "Farið í friði, vermið tykkum og mettið tykkum!" - um hann gevur teimum ikki tað, ið likaminum tørvar! |
|
17 | - Soleiðis við trúnni eisini: Hevur hon ikki verk, er hon deyð í sær sjálvari! |
|
18 | Men nú sigur onkur: "Tú hevur trúgv?" - Og eg havi verk! Vís mær trúgv tína uttan verk, so skal eg av verkum mínum vísa tær trúnna! |
|
19 | Tú trýrt, at Gud er ein. Tað gert tú beint! Hinir illu andar trúgva tað við - og skelva! |
|
20 | Men vilt tú vita tað, tóma menniskja, at trúgvin uttan verk er ónýt! |
|
21 | - Ábraham, faðir okkara, varð hann ikki rættvísgjørdur av verkum, táið hann ofraði son sín Ísak á altarinum! |
|
22 | Tú sært, at trúgvin virkaði saman við verkum hansara, og at við verkunum varð trúgvin fullkomin! |
|
23 | - Og skriftin gekk út, sum sigur: "Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi", og hann varð kallaður vinur Guds. |
|
24 | Tit síggja, at menniskjað verður rættvísgjørt av verkum og ikki av trúgv eina. |
|
25 | Á sama hátt Rahab, skøkjan - varð hon ikki rættvísgjørd av verkum, táið hon tók ímóti sendimonnunum og læt teir fara burt aðra leið! |
|
26 | - Ja, eins og likamið er deytt uttan anda, so er eisini trúgvin deyð uttan verk. |
|
|