Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika
Kapittul 3
12 345
1 Táið vit tí ikki longur vóru mentir at bera tað, hildu vit vera best at verða einsamallir eftir í Aten;
2 og vit sendu Timoteus, bróður okkara og tænara Guds í evangelii Kristusar, at styrkja tykkum og áminna tykkum um trúgv tykkara,
3 at eingin skuldi gerast støðuveikur í hesum trongdum. Tit vita jú sjálvir, at til tað eru vit sett.
4 Tí longu táið vit vóru hjá tykkum, søgdu vit tykkum frammanundan, at vit komu at líða trongdir - sum eisini hevur gingið, og sum tit vita.
5 Tí var tað eisini, eg sendi boð, táið eg ikki var mentur at bera tað longur; tí eg vildi vita um trúgv tykkara, um freistarin skuldi hava freistað tykkum, og arbeiði okkara verða til einkis.
6 Men nú Timoteus er komin til okkara frá tykkum og hevur borið okkum góð tíðindi um trúgv og kærleika tykkara og um, at tit altíð hava okkum í góðum minni, og at tykkum leingist at síggja okkum, eins og okkum leingist eftir tykkum,
7 so eru vit av teirri grund, viðvíkjandi tykkum, brøður, troystaðir av trúgv tykkara, í allari neyð og trongd okkara.
8 Tí nú liva vit, táið tit standa fastir í Harranum.
9 Tí hvussu fáa vit takkað Gudi fyri tykkum - aftur fyri alla ta gleði, vit hava um tykkum fyri ásjón Guds okkara!
10 Nátt og dag er tað jú hjartans bøn okkara, at vit skulu fáa andlit tykkara at síggja og bøta um tað, sum fattast í trúgv tykkara.
11 Men Hann sjálvur, Gud og Faðir okkara, og Harri okkara Jesus Kristus, beini leið okkara til tykkara!
12 Og tykkum lati Harrin taka til og fáa yvirflóð í kærleikanum hvør til annan og til øll, eins og vit hava hann til tykkara,
13 so Hann styrkir hjørtu tykkara og ger tey ólastandi í heilagleika fyri Gudi og Faðir okkara, táið Harri okkara Jesus kemur við øllum hinum heiløgu Sínum!