Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika
Kapittul 2
1 2345
1 Tit vita jú sjálvir, brøður, at inngongdin, ið vit fingu hjá tykkum, varð ikki til einkis.
2 Nei, tóat vit, sum tit vita, høvdu liðið ilt frammanundan og vóru illa viðfarnir í Filippi, fingu vit tó dirvi í Gudi okkara at tala evangelium Guds til tykkara undir miklum stríði.
3 Tí prædika okkara er ikki útrunnin av sviki ella óreinsku, er ei heldur í falsi;
4 nei, eins og vit av Gudi eru hildnir tað verdir, at evangeliið er okkum trúgvið upp í hendur, so tala vit, ikki fyri at toknast menniskjum, men Gudi, sum roynir hjørtu okkara.
5 Tí aldri nakrantíð komu vit við smikrandi orðum - sum tit vita - ei heldur við skálkaskjóli fyri havisjúku - Gud er vitni!
6 Heldur ikki søktu vit æru frá menniskjum, hvørki frá tykkum ella frá øðrum, tóat vit sum ápostlar Kristusar væl kundu kravt æru.
7 Nei, vit vóru mildir millum tykkara. Eins og móðir, ið fløvar børn síni við bróstið,
8 so var tað okkum, av hjartans kærleika til tykkara, gleði at geva tykkum, ikki bert evangelium Guds, men okkara egna lív við; tí tit vóru vorðnir okkum kærir.
9 Tit minnast jú, brøður, stríð og møði okkara, hvussu vit, meðan vit prædikaðu evangelium Guds fyri tykkum, arbeiddu nátt og dag fyri ongum av tykkum at vera til byrði.
10 Tit eru vitni - og Gud við - hvussu heilagur, rættvísur og ólastandi atburður okkara var millum tykkara, sum trúgva.
11 Somuleiðis vita tit, hvussu vit ámintu hvønn og ein tykkara, eins og faðir børn síni, og løgdu tykkum á hjarta
12 og vitnaðu fyri tykkum, at tit máttu liva Gudi verdiga, sum kallaði tykkum til ríki Sítt og dýrd Sína.
13 Og tí takka vit eisini uttan íhald Gudi fyri, at táið orð Guds, sum vit prædikaðu, kom til tykkara, tóku tit við tí, ikki sum menniskjaorði, men sum orði Guds - sum tað sanniliga eisini er! - Tað vísir eisini kraft sína í tykkum, sum trúgva!
14 Tí tit, brøður, eru vorðnir eftirfylgjarar samkoma Guds í Judea, sum eru í Kristi Jesusi. Tit hava jú eisini liðið tað sama av tykkara egnu landsmonnum, sum tey hava liðið av Jødunum,
15 ið bæði drópu Harran Jesus og profetarnar, róku okkum út, ikki toknast Gudi og standa øllum menniskjum ímóti.
16 Teir forða okkum at tala fyri heidningunum, so teir kundu verðið frelstir; soleiðis fylla teir altíð syndamál sítt. Men vreiðin er til fulnar komin yvir teir.
17 Men vit brøður, sum stutta tíð hava verið skildir frá tykkum - útvortis, ikki í hjartanum - hava í stóra longsli okkara gjørt okkum tess meiri ómak at fáa andlit tykkara at síggja.
18 Tí vit hava havt í huga at koma til tykkara, eg, Paulus, bæði eina ferð og tvær ferðir; men Satan hevur forðað okkum.
19 Tí hvør er vón okkara, gleði okkara ella heiðurskransur okkara! - Eru ikki eisini tit tað fyri Harra okkara Jesusi í komu Hansara!
20 Tit eru jú heiður og gleði okkara.