1 | Um tíð og tíma, brøður, nýtist tykkum ikki, at skrivað verður til tykkara. |
|
2 | Tit vita jú sjálvir gjølla, at dagur Harrans kemur sum tjóvur á nátt. |
|
3 | Táið tey siga: "Friður og eingin vandi!" - tá kemur bráður undirgangur á tey, eins og verkir á barnakonu, og tey skulu als ikki sleppa undan. |
|
4 | Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur. |
|
5 | Tit eru jú allir børn ljóssins og børn dagsins; vit hoyra ikki náttini ella myrkrinum til. |
|
6 | Latið okkum tí ikki sova sum hini, nei, latið okkum vakja og vera edrúar! |
|
7 | Tey, sum sova, sova jú um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina. |
|
8 | Men vit, ið hoyra deginum til - latið okkum vera edrú, ílatin brynju trúarinnar og kærleikans, og vón frelsunnar sum hjálm! |
|
9 | Gud hevur jú ikki ætlað okkum til vreiði, men til at vinna frelsu við Harra okkara Jesusi Kristi, |
|
10 | sum doyði fyri okkum, fyri at vit, annaðhvørt vit vakja ella sova, skulu liva saman við Honum. |
|
11 | Áminnið tí hvør annan, og uppbyggið hvør annan - sum tit eisini gera! |
|
12 | Vit biðja tykkum, brøður, virða teir, ið arbeiða millum tykkara og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum - |
|
13 | setið teir í kærleika ógvuliga høgt fyri verk teirra! Haldið frið hvør við annan! |
|
14 | Vit áminna tykkum, brøður: Ávarið tey, sum illa skikka sær, troystið hini mótfalnu, takið tykkum av hinum veiku, verið tolnir við øll! |
|
15 | Síggið til, at eingin lønir nøkrum ilt við illum - nei, gerið tykkum ómak fyri altíð at gera tað, sum gott er, bæði hvør móti øðrum og móti øllum! |
|
16 | Verið altíð glaðir! |
|
17 | Biðið uttan íhald! |
|
18 | Takkið í øllum førum - tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi! |
|
19 | Sløkkið ikki Andan! |
|
20 | Vanvirðið ikki profetiska talu - |
|
21 | nei, roynið alt, og havið hitt góða eftir! |
|
22 | Haldið tykkum frá øllum illum, hvussu tað so sær út! |
|
23 | Og Hann sjálvur, Gud friðarins, heilaggeri tykkum, øll sum tit eru, og mátti bæði andi, sál og likam tykkara verðið varðveitt fullkomin, ólastandi, í komu Harra okkara Jesu Krists! |
|
24 | Trúfastur er Hann, sum kallaði tykkum; Hann skal gera tað við! |
|
25 | Brøður, biðið fyri okkum! |
|
26 | Heilsið øllum brøðrunum við heiløgum kossi! |
|
27 | Eg áleggi tykkum við Harranum at lata brævið verða lisið fyri øllum brøðrunum. |
|
28 | Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum! |
|
|