Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika
Kapittul 4
123 45
1 Síðani, brøður, biðja og áminna vit tykkum í Harranum Jesusi, at tit mugu alt meiri ganga fram í at liva, sum tit hava lært av okkum, Gudi til tokka - soleiðis sum tit eisini liva.
2 Tit vita jú, hvørji boð vit góvu tykkum við Harranum Jesusi.
3 Tí hetta er vilji Guds, heilaggering tykkara, at tit halda tykkum frá siðloysi,
4 at ein og hvør tykkara veit at vinna sína egnu konu í heilagleika og æru,
5 ikki í girndarbruna, sum heidningarnir, ið kenna ikki Gud,
6 at eingin ger bróður sínum órætt ella óskjal í nøkrum viðurskifti; tí Harrin er hevnari av øllum hesum - sum vit eisini áður hava sagt og vitnað fyri tykkum.
7 Tí Gud kallaði okkum ikki til óreinsku, men til heilaggering.
8 Tann, ið vanvirðir hetta, vanvirðir tí ikki menniskja, men Gud, sum eisini gevur Heilaga Anda Sín í tykkum.
9 Um bróðurkærleikan nýtist tykkum ikki, at skrivað verður til tykkara; tí tit eru sjálvir lærdir av Gudi at elska hvør annan.
10 Og tit gera tað við - móti øllum brøðrunum í øllum Makedonia. Men vit áminna tykkum, brøður, at ganga enn meiri fram í tí
11 og at seta æru tykkara í at liva stillir og ansa hvør eftir sínum egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit søgdu við tykkum,
12 so tit kunnu vísa teimum, ið uttanfyri eru, sámiligan atburð, og ongan treingja til.
13 Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru - fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga.
14 Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum.
15 Tí hetta siga vit tykkum við orði Harrans, at vit, ið liva - sum verða eftir til komu Harrans - skulu als ikki koma undan teimum, ið sovnað eru.
16 Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp;
17 síðani skulu vit, ið liva - sum eftir eru - verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.
18 Troystið tá hvør annan við hesum orðum!