|
|
|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | | Fyrra brćv Paulusar til samkomuna í Tessalonika | | | Kapittul 1 | | | | | 1 | Paulus, Silvanus og Timoteus - til samkomu Tessalonikamanna í Gudi Fađir og Harranum Jesusi Kristi. Náđi veri viđ tykkum og friđur! |
| | 2 | Vit takka Gudi altíđ fyri tykkum řll, táiđ vit minnast tykkum í břnum okkara. |
| | 3 | Fyri ásjón Guds og Fađirs okkara minnast vit altíđ og gloyma aldri verk tykkara í trúnni, arbeiđi tykkara í kćrleikanum og tolinmóđ tykkara í vónini á Harra okkara Jesus Kristus. |
| | 4 | Vit vita jú, at tit eru útvaldir, tit brřđur, elskađir av Gudi. |
| | 5 | Tí evangelium okkara kom ikki bert í orđum til tykkara, nei, í kraft og Heilaga Andanum og viđ fullari vissu. Tit vita eisini, hvussu atburđur okkara var tykkara millum fyri tykkara skuld. |
| | 6 | Og tit gjřrdust eftirfylgjarar okkara - ja, eftirfylgjarar Harrans, táiđ tit, mitt í stórari trongd, tóku móti orđinum viđ gleđi í Heilaga Andanum, |
| | 7 | so at tit eru vorđnir řllum hinum trúgvandi í Makedonia og Akaia fyridřmi. |
| | 8 | Tí frá tykkum hevur orđ Harrans ljóđađ út; ikki bert í Makedonia og Akaia, nei, allastađni hevur hoyrst um trúgv tykkara á Gud, so at okkum nýtist einki at siga um tađ; |
| | 9 | tí tey kunngera sjálv um okkum, hvussu vit fingu inngongd hjá tykkum, og hvussu tit vendu tykkum til Gud frá avgudunum, at tćna hinum livandi og sanna Gudi |
| | 10 | og vćnta Son Hansara av Himlunum, sum Hann reisti upp frá hinum deyđu, Jesus, sum frelsir okkum frá vreiđini, iđ kemur. |
| |
|
|
|
|
|
|