Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Efesus
Kapittul 4
123 456
1 Eg áminni tykkum tí, eg, fangin í Harranum, at liva kallinum verdiga, sum tit vórðu kallað við,
2 við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað
3 og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins:
4 Eitt likam og ein Andi, eins og tit eru kallað til eina vón í kalli tykkara,
5 ein Harri, ein trúgv, ein dópur,
6 ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum.
7 Men hvørjum einstøkum av okkum varð náðin givin eftir máli gávu Kristusar.
8 Tí sigur skriftin: "Hann fór upp á hæddina, førdi fangar burtur og gav menniskjunum gávur."
9 Hetta orð: "Hann fór upp" - hvat er tað annað, enn at Hann fyrst fór niður til hinar lægru partar jarðarinnar!
10 Hann, sum niður fór, er eisini tann, sum upp fór - yvir allar himlar, fyri at Hann skuldi fylla alt.
11 Og Hann gav okkum - nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,
12 fyri at hini heiløgu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging,
13 inntil vit øll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapinum um Hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstarmark fyllingar Krists.
14 So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar.
15 Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.
16 Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg.
17 Hetta sigi eg tá og vitni í Harranum, at tit mugu ikki longur liva, sum heidningarnir liva í tómleika sinnis síns.
18 Tí teir eru blindaðir í hugsan síni og gjørdir lívi Guds fremmandir. Hetta stendst av vankunnleikanum, sum teir liva í, av tí at hjarta teirra er forherðað.
19 Teir hava jú kensluleysir givið seg upp til skammloysi, so teir í havisjúku dríva alla óreinsku.
20 Men tit hava ikki soleiðis lært um Kristus,
21 so satt sum tit hava hoyrt um Hann og eru upplærd í Honum, soleiðis sum sannleiki er í Jesusi -
22 at tit, viðvíkjandi atburði tykkara áður, skulu leggja av hitt gamla menniskja, sum verður spilt við dárandi lystum,
23 endurnýggjast í anda sinnis tykkara
24 og lata tykkum í hitt nýggja menniskja, sum er skapt eftir Gudi í rættvísi og heilagleika sannleikans.
25 Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru hvør annars limir!
26 Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara -
27 og gevið ikki Djevulinum rúm!
28 Tann, ið stolið hevur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri við hondum sínum tað, sum gott er, so hann kann hava nakað at geva tí, ið treingir!
29 Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
30 Gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg, Honum, sum tit eru innsiglað við til endurloysingardagin!
31 Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum, somuleiðis allur óndskapur!
32 Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!