Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Efesus
Kapittul 3
12 3456
1 Tí boyggi eg knø míni, eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkum, tit heidningar -
2 um tit annars hava hoyrt um húshaldið við teirri náði Guds, ið mær er givin til tykkara,
3 at við opinbering varð loyndarmálið mær kunngjørt, soleiðis sum eg frammanundan stutt havi skrivað.
4 Av tí kunnu tit, táið tit lesa tað, skilja kunnskap mín um loyndarmál Kristusar,
5 sum í farnum ættarliðum ikki varð menniskjabørnunum kunngjørt, soleiðis sum tað nú við Andanum er opinberað heiløgu ápostlum og profetum Hansara:
6 At heidningarnir við eru arvingar, hoyra við til likamið og eiga part við í lyftinum í Kristi Jesusi við evangeliinum.
7 Tænari tess eri eg vorðin eftir teirri náðigávu Guds, ið mær er givin við veldiga mátti Hansara.
8 Mær, sum alraminst havi at týða av øllum heiløgum, varð henda náði givin, at kunngera heidningunum evangeliið um órannsakiliga ríkdóm Kristusar
9 og at upplýsa øll um, hvussu húshaldið er við loyndarmálinum, ið frá ævigum tíðum hevur verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt
10 - fyri at margfaldi vísdómur Guds nú við samkomuni skuldi verða kunngjørdur tignunum og valdunum í Himli,
11 Hetta er æviga fyriætlan Guds, sum Hann fullførdi í Kristi Jesusi, Harra okkara.
12 Í Honum hava vit dirvi og atgongd við áliti - við trúnni á Hann.
13 Tí biði eg tykkum um ikki at missa mótið av líðingum mínum fyri tykkum - tær eru jú heiður tykkara!
14 Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum
15 - frá Honum hevur alt, sum faðir eitur, í Himli og á jørð, navn sítt -
16 at Hann eftir ríkidømi dýrdar Sínar skal geva tykkum, at tit við Anda Hansara styrkjast við kraft í innvortis menniskja tykkara,
17 at Kristus við trúnni skal búgva í hjørtum tykkara,
18 so tit, rótfest og grundfest í kærleika, kunnu við øllum hinum heiløgu vera ment at fata, hvør breiddin, longdin, dýpdin og hæddin er,
19 og kenna kærleika Kristusar, sum stígur upp um allan kunnskap - fyri at tit kunnu verða fylt við allari fylling Guds.
20 Men Honum, sum mentur er at gera meir enn alt, langt út um tað, ið vit biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í okkum virkar
21 - Honum veri dýrd í samkomuni og í Kristi Jesusi, gjøgnum allar tíðir, í aldur og allar ævir! Amen.