|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Bræv Paulusar til samkomuna í Efesus | | Kapittul 1 | | | | 1 | Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu - til hini heiløgu í Efesus, tey, sum trúgva á Kristus Jesus. |
| 2 | Náði veri við tykkum og friður, frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi! |
| 3 | Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing, í hinum himmalska, í Kristusi, |
| 4 | eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni! |
| 5 | Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns |
| 6 | - náðidýrd Síni til prís, sum Hann fagnaði okkum við í hinum elskaða. |
| 7 | Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara, fyrigeving syndanna - eftir náðiríkidømi Hansara, |
| 8 | sum Hann ríkliga læt koma yvir okkum í øllum vísdómi og viti, |
| 9 | táið Hann kunngjørdi okkum loyndarmál vilja Síns - eftir fría ráði Sínum, sum Hann hevði tikið hjá Sær sjálvum |
| 10 | - um húshald í fylling tíðanna: At Hann aftur skuldi savna alt til eitt í Kristusi, tað, sum í Himlunum er, og tað, sum á jørðini er. |
| 11 | Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns |
| 12 | - fyri at vit skuldu vera dýrd Hansara til prís, vit, sum frammanundan høvdu sett vón okkara til Kristus. |
| 13 | Í Honum hava eisini tit, táið tit hoyrdu orð sannleikans, evangeliið um frelsu tykkara, ja, í Honum hava eisini tit, táið tit vóru komin til trúgv, fingið til innsigli Heilaga Andan, sum lovaður var, |
| 14 | Hann, sum er panturin um arv okkara - at ognarfólk Hansara skal verða endurloyst, dýrd Hansara til prís. |
| 15 | Síðani eg fekk at hoyra um trúgv tykkara á Harran Jesus og kærleika tykkara til øll hini heiløgu, |
| 16 | havi eg tí ikki hildið uppat at takka fyri tykkum, táið eg minnist tykkum í bønum mínum, |
| 17 | at Gud Harra okkara Jesu Krists, Faðir dýrdarinnar, skal geva tykkum Anda vísdóms og opinberingar til kunnskap um Seg |
| 18 | og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, ið Hann hevur kallað tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur Hansara er millum hini heiløgu, |
| 19 | og hvussu ómetaliga stór kraft Hansara er á okkum, sum trúgva - soleiðis sum veldiga styrki Hansara virkar, |
| 20 | sum Hann vísti í Kristusi, táið Hann reisti Hann upp frá hinum deyðu og setti Hann við høgru hond Sína í Himli, |
| 21 | høgt yvir alla tign, allan myndugleika, alt vald og harradømi og hvørt navn, ið nevnt verður, ikki bert í hesi verøld, men eisini í hini komandi. |
| 22 | Alt legði Hann undir føtur Hansara og gav samkomuni Hann sum høvd yvir øllum, |
| 23 | henni, sum er likam Hansara, fylt av Honum, ið fyllir alt í øllum. |
| |
|
|
|
|
|
|