1 | Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum, tí tað er rætt! |
|
2 | "Ær faðir tín og móður tína" - hetta er jú fyrsta boðið við lyfti: - |
|
3 | "fyri at tær kann gangast væl, og tú kanst liva leingi í landinum!" |
|
4 | Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans! |
|
5 | Tit trælir! Aktið harrar tykkara eftir holdinum, við ótta og bivan, í einfaldi hjarta tykkara - sum var tað Kristus - |
|
6 | ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men sum tænarar Kristusar, so tit av hjarta gera vilja Guds |
|
7 | og tæna av góðum huga, eins og tit høvdu tænt Harranum og ikki menniskjum! |
|
8 | Tit vita jú, at hitt góða, ið ein og hvør ger, skal hann fáa aftur frá Harranum, veri hann nú trælur ella frælsur! |
|
9 | Og tit harrar! Gerið á sama hátt við teir og latið vera at hótta! Tit vita jú, at Harri bæði teirra og tykkara er í Himlunum, og hjá Honum er ikki mannamunur. |
|
10 | Og síðani -: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara! |
|
11 | Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins! |
|
12 | Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum. |
|
13 | Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum! |
|
14 | Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar! |
|
15 | Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur! |
|
16 | Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda. |
|
17 | Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans - sum er orð Guds, |
|
18 | biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heiløgu - |
|
19 | fyri mær við, at mær skulu verða givin orð, táið eg lati upp munnin, so eg við dirvi kann kunngera loyndarmál evangeliums, |
|
20 | fyri hvørs skuld eg eri sendiboð í leinkjum - at eg skal tala við dirvi um tað, soleiðis sum eg eigi at tala! |
|
21 | Men fyri at tit eisini skulu fáa at vita um viðurskifti míni, hvussu mær veit við, skal Týkikus, hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin í Harranum, siga tykkum alt. |
|
22 | Hann sendi eg til tykkara, júst fyri at tit skulu fáa at vita, hvussu til stendur hjá okkum, og fyri at hann skal troysta hjørtu tykkara. |
|
23 | Friður veri við brøðrunum, og kærleiki við trúgv, frá Gudi Faðir og Harranum Jesusi Kristi! |
|
24 | Náðin veri við øllum, sum elska Harra okkara Jesus Kristus í óforgeingiligleika! |
|
|