Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Krønikubók
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29
1 Árið eftir, um ta tíðina ið kongar plaga at fara í hernað, fór Jóab út við herliðinum og herjaði land Ammonita; og hann kom til Rabba og kringsetti tað. Men Dávid varð verandi í Jerúsalem. Jóab tók Rabba og legði býin í oyði.
2 Dávid tók krúnuna av høvdi kongs teirra; hon var av gulli, og tað royndist, at hon vigaði talent; dýrur steinur var á henni; hon kom nú á høvd Dávids. Og hann førdi burtur miklan herfong, sum hann hevði tikið í býnum.
3 Fólkið, ið búði har, flutti hann burt og setti tað við sagirnar, jarntreskisleðurnar og øksirnar. Soleiðis gjørdi Dávid við allar býir Ammonita. Síðani fóru Dávid og allur herurin aftur til Jerúsalem.
4 Seinni var aftur - við Gezer - bardagi við Filistarar; tá feldi Sibbekai Husatitur Sippai, ið var av rafaættini. Teir vórðu tá kúgaðir.
5 Uppaftur var bardagi við Filistarar; Elhanan, sonur Ja’ur, feldi tá Lami, bróður Goliat Gatit, sum hevði spjótskaft líkt vevbummi.
6 Enn einaferð var bardagi - við Gat. Har var risavaksin maður, sum hevði seks fingrar á hvørji hond og seks tær á hvørjum fóti - tilsamans 24; eisini hann var av rafaættini.
7 Hann háðaði Ísrael; men Jónatan, sonur Simea, bróður Dávid, høgdi hann niður.
8 Hesir vóru av rafaættini í Gat; teir fullu fyri Dávidi og monnum hansara.