Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Krønikubók
Kapittul 28
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29
1 Síðani stevndi Dávid til Jerúsalem øllum høvdingum Ísraels, bæði ættarhøvdingunum, høvdingunum yvir herflokkunum, sum vóru í tænastu hjá konginum, høvuðsmonnunum yvir 1000 og yvir 100, umsjónarmonnunum yvir allari ogn og øllum fæi kongsins og sona hansara, og somuleiðis hirðmonnunum, køppunum og øllum røskum monnum.
2 Dávid kongur reistist og segði: "Hoyrið meg, brøður mínir og fólk mítt! Eg hevði í huga at byggja sáttmálaørk HARRANS og fótaskamli Guds okkara hús til hvíldarstað; og eg hevði savnað tilfar til at byggja.
3 Men Gud segði við meg: "Tú skalt ikki byggja navni Mínum hús, tí tú ert bardagamaður og hevur úthelt blóð."
4 Av øllum fedrahúsi mínum hevur HARRIN Gud Ísraels útvalt meg til kong yvir Ísrael í allar ævir; tí Juda útvaldi Hann til høvdinga, og í Juda fedrahús mítt - og millum synir faðirs míns líkaði Honum meg, so Hann gjørdi meg til kong yvir øllum Ísrael.
5 Av øllum sonum mínum - tí HARRIN hevur givið mær nógvar synir - útvaldi Hann son mín Sálomo til at sita í kongahásæti HARRANS og stýra Ísrael.
6 Hann segði við meg: "Sonur tín Sálomo, hann er tann, ið skal byggja hús Mítt og forgarðar Mínar; tí Eg havi útvalt hann til son Mín, og Eg skal vera Faðir hansara.
7 Eg skal grundfesta kongadømi hansara til ævigar tíðir - so satt sum hann í trúskapi støðugt heldur boð Míni og lógir Mínar, soleiðis sum hann ger nú."
8 Og nú sigi eg - her sum alt Ísrael, samkoma HARRANS, sær meg, og Gud okkara hoyrir meg -: Haldið øll boð HARRANS Guds tykkara og aktið væl eftir teimum, so tit sleppa at eiga hetta góða land og lata tað ganga í arv til eftirkomarar tykkara til ævigar tíðir!
9 Og tú, sonur mín Sálomo, lær at kenna Gud faðirs tíns, og tæn Honum við heilum hjarta og fúsari sál! Tí HARRIN rannsakar øll hjørtu og skilir tankar og ráð alra manna; søkir tú Hann, skal Hann lata teg finna Seg, men vendir tú Honum bakið, skal Hann vraka teg við alla.
10 Síggj tí nú til - tí HARRIN hevur útvalt teg til at byggja hús til halgidóm - ver hugreystur og far undir verkið!"
11 Síðani gav Dávid syni sínum Sálomo mynd av forsalinum, tempulbygningunum, skattkømurunum, kømurunum á takinum, hinum innaru kømurunum og høll náðistólsins,
12 og mynd av øllum tí, sum hann sá fyri sær í andanum, av forgørðum húss HARRANS og øllum kømurunum rundanum til skattirnar, ið hoyrdu til hús Guds, og til tað, ið halgað var,
13 framvegis fyriskipanir viðvíkjandi prestaflokkunum og levitaflokkunum, øllum arbeiðinum við tænastuna í húsi HARRANS, og øllum, sum hoyrdi til tænastuna í húsi HARRANS,
14 viðvíkjandi gullinum, hvussu mikið í vekt ið skuldi til hvørt serstakt ílat, sum hoyrdi til tænastuna, og viðvíkjandi øllum silvuríløtunum, hvussu mikið í vekt ið skuldi til hvørt serstakt ílat, sum hoyrdi til tænastuna.
15 Hann segði honum vekt gullljósastakanna við lampunum av gulli, ið til hoyrdu, vekt hvørs ljósastaka fyri seg við lampunum, ið til hoyrdu, somuleiðis viðvíkjandi silvurljósastøkunum, vekt hvørs ljósastaka fyri seg við lampunum, ið til hoyrdu - alt eftir tí, sum hvør ljósastaki skuldi verða nýttur til -
16 og vekt gullsins til sýnisbreyðaborðini, til hvørt borð fyri seg, og silvursins til silvurborðini.
17 Hann gav honum eisini mynd av gaflunum, skálunum at sletta blóð við, kannunum av reinum gulli, gullbikarunum - vekt hvørs bikars fyri seg - og av silvurbikarunum - vekt hvørs bikars fyri seg -
18 og av roykilsisaltarinum av reinsaðum gulli eftir vekt, somuleiðis mynd av vagninum - kerúbunum av gulli, sum breiddu út veingirnar og fjaldu sáttmálaørk HARRANS.
19 "Alt hetta, [segði Dávid], alt, ið gerast skal eftir myndini, hevur HARRIN latið meg vita við riti frá Síni egnu hond."
20 So segði Dávid við son sín Sálomo: "Ver hugreystur og sterkur og far undir verkið, óttast ikki og ver ikki ræddur! Tí Gud HARRIN, Gud mín, er við tær; Hann skal ikki sleppa tær og ikki venda tær bakið, inntil alt arbeiðið viðvíkjandi tænastuni í húsi HARRANS er fullført.
21 Tú sært, her eru presta- og levitaflokkarnir, sum skulu gera alla tænastu í húsi Guds; til alt arbeiðið hevur tú hjá tær menn, sum eru til reiðar og eru kønir í alskyns arbeiði; og høvdingarnir og alt fólkið eru til reiðar at gera alt tað, ið tú gevur boð um."